Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dansk Scanning fyri cyberálopi

Umhvørvisstovan fekk fríggjamorgunin 29. september 2023 fráboðan frá Dansk Scanning, at tey hava verið fyri einum cyberálopi. Dansk Scanning hýsir eini skipan við avritum av skjølum, ið hava ligið fysiskt í Tinglýsingarsavninum og Matrikulsavninum. Hesi skjøl verða í dag brúkt í skipanum hjá Tinglýsing og Matrikul. Umhvørvisstovan setti alt fyri eitt KT tilbúgvingina í verk.

Umhvørvisstovan hevur fingið upplýst frá Dansk Scanning at skjøl og annað hjá Umhvørvisstovuni ikki eru ávirkað av álopinum.

Fyri at tryggja at álopið ikki spreiddi seg, stongdi Dansk Scanning skipanina alt fyri eitt. Í løtuni er tí ikki møguligt at fáa fatur á talgildum skjølum og aktum. Fyri starvsfólk á Tinglýsing og Matrikul merkir hetta, at partar av málsviðgerðini verða ávirkað. Fyri almenningin merkir hetta at skjøl og aktir ikki eru tøk á tinglýsing.fo.

Umhvørvisstovan fylgir gongdini og er í samband við Dansk Scanning um støðuna. Spurningar ella viðmerkingar kunnu rættast til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388.