Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sjóvarfalsorkuverk í Vestmanna sundi

Tíðin til royndarverkætlan longd

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 21. august 2026, við heimild í løgtingslóg um el og fjarhita og Løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, hevur góðkent: 

At leingja tíðina fyri royndarverkætlanir hjá SEV fyri sjóvarfallsorkuverk í Vestmannasundi til 28. februar 2030

Umhvørvisstovan góðkendi tann 31. mars 2020 umhvørvisárinsmeting fyri royndarverkætlan at seta tvey sveimandi sjóvarfalsorkuverk (drekar) á 100 kW út í Vestmannasundi. Harumframt góðkendi Umhvørvisstovan tann 12. september 2023 umhvørvisárinsmeting fyri royndarverkætlan við einum størri sjóvarfalsorkuverki (dreka) á 1,2 MW á øðrum stað í Vestmannasundi. Í báðum góðkenningum vórðu settar ávísar treytir til verkætlanirnar, og vóru góðkenningarnar tíðaravmarkaðar.

Góðkenningarskrivið fyri longdu tíðarfreistina sæst her.

Góðkenningarskrivið fyri árinsmetingina frá mars 2020 sæst her.

Góðkenningarskrivið fyri árinsmetingina frá september 2023 sæst her.

Avgerðin kann kærast til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum og Føroya kærustovn. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo.

Kærufreistin er fýra vikur frá tí, at avgerðin er almannakunngjørd.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo 

Kunngerðir