Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan nýggjan stjóra

Løgmaður hevur gjørt av, at Anni á Hædd, deildarstjóri í Innlendismálaráðnum, fyribils røkir uppgávur stjórans á Umhvørvisstovuni

Ásannandi, at tað ikki eru útlit fyri, at sínamillum álitið millum Jákup Paula Joensen og starvsfólkini á Umhvørvisstovuni verður endurreist, hava Jákup Pauli Joensen og Innlendismálaráðið gjørt avtalu um, at Jákup Paula Joensen fer úr starvinum sum stjóri á Umhvørvisstovuni.

Løgmaður hevur gjørt av, at Anni á Hædd, deildarstjóri í Innlendismálaráðnum, fyribils røkir uppgávur stjórans á Umhvørvisstovuni.