Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan funnið sítt pláss

Væleydnað 3 ára tiltak á Umhvørvisstovuni hósdagin vísti, at áhugin fyri virkisøkinum hjá stovninum er sera stórur

Umleið 30 umboð fyri fjøltáttaðu viðskiftabólkarnar vitjaðu Umhvørvisstovuna henda dagin. Politiska skipanin var væl umboðað við landstýriskvinnuni í umhvørvismálum, løgtingslimum og formonnunum í teimum báðum kommunufeløgunum.

Undir tiltakinum var tikið saman um stovnsins fyrstu trý ár og hugt var fram í tíðina. Fyrrapartin greiddi stjórin Jákup Pauli Joensen og deildarleiðararnir: Petur Nielsen, Jóhanna Olsen, Stein Fossá og Maria Dam frá avrikum hesi árini, virksemið stovnsins í dag og mál og mið hjá stovninum.

Framløgan hjá Jákup Paula Joensen, stjóra kann síggjast her.

Framløgan hjá Petur Nielsen, deildarleiðara á Lendi kann síggjast her.

Framløgan hjá Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Vernd kann síggjast her.

Framløgan hjá Mariu Dam, deildarleiðara á Gransking kann síggjast her.

Framløgan hjá Stein Fossá, deildarleiðara á Kort & Skráir kann síggjast her.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum ynskti stovninum til lukku við teimum fyrstu árunum og røddi síðani um avgerandi leiklutin, ið Umhvørvisstovan hevur í føroyska samfelagnum. Tinglimirnir Bjørt Samuelsen (E), Bjørn Kalsø (B) og John Johannesen (C) høvdu innlegg, og fegnaðust tey øll um tiltakið, og vóru tey samd um, at hetta átti at verið gjørt oftari. Løgtingslimirnir vístu á týdningin av, at Umhvørvisstovan heldur á við at kunna og vegleiða almenningin um umhvørvisvandar. At enda varð kjak á skránni, har umboð fyri eitt nú Sílaveiðifelagið, Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu og Føroya Kommunufelag settu viðkomandi spurningar, ið síðani vórðu umrøddir. Finnbogi Joensen vísti á, hvussu Vestmanna Skúli hevur hugsað umhvørvi inn í teirra skúla, og at aðrir skúlar nú eru farnir at nýta Vestmanna Skúla sum keldu til íblástur. Bøtur til dálkarar vórðu eisini havdar á lofti, og breið semja var um, at hesar munaðu ov lítið og áttu at verið hægri.

Síðani varð farið niðan á Gróðurstøðina í Hoydølum, har Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, greiddi frá virkseminum. Røktarleiðarin hevði framvísing av plantuframleiðsluni, og tá hon var liðug, høvdu fleiri av gestunum ognað sær plantur heim við.

Dagurin endaði við einum gongutúri oman á Boðanes, har fyrsti partur av frílendinum í niðastu Hoydølum varð latin upp fyri almenninginum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Annika Olsen, landsstýriskvinna kliptu í felag hegnið, og nú kann almenningurin, sum sagt, ganga oman á Hvítasand. 

Lítla myndin varð tikin tá  Heðin Mortensen og Annika Olsen kliptu hegnið. Stóra myndin er tikin eftir at fólkini gingu oman á Hvítasand.

Felagsmynd tikin í Hoydølum. Myndirnar eigur Martin Sirkovsky

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhann Lützen, viðskiftasamskipara á Umhvørvisstovuni, telefon 342409, ella við t-post johannl@us.fo