Umhvørviseitur í náta
Í sambandi við nátatíðina, sum júst er av, hevur Umhvørvisstovan fingið sýnir av 10 nátum.
Mynd: Jan van Franeker
Nátarnir vórðu tiknir vestanfyri, millum Vestmannabjørgini og Barði. Sýni eru tikin av fitanum og verða tey kannað fyri fitiloysilig umhvørviseitur, sum PCB og pestisid, sum vit frá áður gjørdum kanningum vita, finnast í heldur høgum nøgdum í náta og havhesti annars.
Úrslitini verða ikki tøk í bræði, men ein frágreiðing um umhvørviseitur í millum annað náta kann lesast:
Indhold af miljøgifte i Mallemukker med pilotstudie af kilde