Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisdálkandi evni úr heilivági og vørum til persónliga røkt kannað í Føroyum, Íslandi og Grønlandi

Umhvørvisstovan gevur í hesum døgum út nýggja frágreiðing, har tikið verður samanum úrslitið av eini kanning av heilivági og evnum í vørum til persónliga røkt, so sum smyrsl, krem, vaskievni og sjampo.

Kanningin hevur serliga savnað seg um útvaldar dálkingarkeldur í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Serligur dentur varð lagdur á øki, har ein kundi rokna við dálking, t.d. frárensluvatn frá húsarhaldum, vinnuvirkjum og sjúkrahúsum. 

Greiningar vórðu gjørdar av íalt 38 sløgum av heilivági ella niðurbrótingaevnum frá heilivági, og av 7 evnum, sum verða nýtt í vørum til persónliga røkt, í høvuðsheitum yvirflatuaktiv evni frá reingerðarevnum. Hesi evni vórðu útvald eftir uppskoti frá apoteksverkunum og eisini grundað á eldri kanningar í Norðurlondum. 
 
Pínustillandi heilivágur varð funnin í nærum øllum teimum kannaðu sýnunum, meðan annað slag av heilivági, t.d. simvastatin og sulfamethizole, als ikki vóru í nøkrum sýni. Syntetiska estrogenið 17α ethinylestradiol var ikki í nøkrum sýni, og natúrliga estrogenið 17β estradiol var bert í nøkrum fáum sýnum. Sum heild vóru bert fá spor eftir heilivági og íblandingarevnum frá vørum til persónliga røkt í kannaðu sedimentunum. Tó var salisylsýra – eitt evni, sum stavar frá pínustillandi evninum í m.a. Magnyl og Treo – funnið í øllum teimum kannaðu sýnunum. Yvirflatuaktiva evnið cetrimonium salt (ATAC-C16) var eisini funnið í flestu sedimentsýnunum. Tey evni, sum umframt fyrrnevndu salisylsýruna oftast komu fyri, vóru yvirflatuaktiv evni, sum verða nýtt serliga í reingerðarevnum. Lutfalsligar stór nøgd, t.v.s. oman fyri mett árinsmark, varð funnin av CAPB og serstakliga av ATAC-C16, og sum heild varð nøgdin stór í vatni, sum fór á sjógv í Nuuk, men eisini framvið fjøruni nærhendis reinsiverkinum í Sersjantvíkini í Havn. At lutfalsliga høgar nøgdir av hesum vaskievnum eru í vatni, sum fer á sjógv, kann hava samband við, at vatnreinsiskipanirnar ikki eru nóg góðar – ella sum eitt nú í Nuuk, at eingin vatnsreinsiskipan er. 
Nærri kanningar, sum skulu staðfesta týdningin av hesum fyrstu kanningarúrslitunum, eru í umbúna.
 
Umhvørvisstovan hevur staðið fyri kanningini, sum annars varð stýrd av einum bólki við umboðum frá umhvørvisstovnum og apoteksverkum í teimum trimum londunum. Kanningarnar vórðu fíggjaðar við peningi frá Norðurlandaráðnum gjøgnum Arktiska samstarvsætlanini, Kemikalii bólkinum, Havbólkinum og starvsnevndini undir norðurlendsku embætismannanevndini í umhvørvismálum. Harumframt luttóku almennir stovnar í fíggingini.
 
Frágreiðingin kann lesast her
 
Sí eisini eina Norðurlendska frágreiðing við úrslitum av kanningum av heilivági og evnum í vørum til persónliga røkt her

 

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo