Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Týðandi nýggj vitan um dálkingarevni í havsúgdjórum

Norðurlenskt samstarv samskipað av Umhvørvisstovuni hevur givið týðandi nýggja vitan, fleiri vísindaligar greinar og framløgur í altjóða ráðstevnum, og harafturat ein nýggjan granskara.

Herfyri var ein frágreiðing løgd fram, ið lýsir gongdina fyri einum úrvali av dálkandi evnum í havsúgdjórum. Talan var um dálkingarevni, sum ikki nógv vitan var um, eitt nú PFOS og bromerað flammutálmandi evni. Kanningar  vóru gjørdar av sjey ymiskum sløgum av havsúgdjórum úr øllum Norður-Atlantshavinum, teirra millum grindahvali og hvítskjórutum springara úr Føroyum. Vegna ta hepnu støðu, at sýnir av grindahvali heilt aftur til 1986 vóru tøk, bar til at fáa lýst, hvussu gongdin á innihaldinum av hesum evnum hevur verið. Eisini frá øðrum Norðurlondum bar til at fáa fatur á eldri sýnum av ymiskum havsúgdjórum, og tískil varð úrslitið av kanningunum áhugavert ikki einans fyri okkum, men eisini fyri eina røð av granskarum í nógvum londum. Tá ið farast skuldi til verka, varð kanningin mett at vera somikið slóðbrótandi,  at hon kundi vera hóskandi sum evni til eina doktararitgerð.

So við og við sum úrslitini eru vorðin tøk, eru tey løgd fram í fleiri greinum, sum eru ella fara at verða útgivnar í vísindaligum tíðarritum. Haraftrat hava fleiri av luttakandi granskarunum frá Norra, Íslandi, Danmark/Grønlandi, Svøríki og Føroyum verið og greitt frá um partar av hesum rúgvismikla kanningartilfarið á ráðstevnum kring heimin. Fyrilestrar um hesi úrslit, hava millum annað verið á Svalbard, í Japan (BFR ráðstevna í Kyoto), í USA (Dioxin 2010 í San Antonio), í Belgia (Dioxin 2011 í Bruxelles) og í Svøríki (Joint Nordic Screening ráðstevna í Malmø), og tá ið nýggja doktararitgerðin varð vard á Universitetinum í Ørebro í Svøríki, vóru serfrøðingar úr flestu Norðurlondum og úr Hollandi tilstaðar. 

Les meira í

Dam, M., van Bavel, B., Rigét, F., Rotander, A., Polder, A., Auðunsson, G.A., Bloch, D., Víkingsson, G.A, Mikkelsen, B., Gabrielsen, G., Sagerup, K. 2011. New POPs in marine mammals in Nordic Arctic and NE Atlantic areas during three decades. Nordic Council of Ministers, TemaNord 2011:564, pp. 119.

Rotander, A., van Bavel, B., Rigét, F., Auðunsson, G., Polder, A., Gabrielsen, G., Víkingsson, G., Mikkelsen, B., Dam, M. ”Polychlorinated naphthalenes (PCNs) in sub-Arctic and Arctic marine mammals, 1986-2009.” Accepted for publication in Environmental Pollution.

Rotander, A., van Bavel, B., Rigét, F., Auðunsson, G., Polder, A., Gabrielsen, G., Víkingsson, G., Mikkelsen, B., Dam, M. “Methoxylated polybrominated diphenyl ethers (MeO-PBDEs) are major contributors to the persistent organobromine load in sub-Arctic and Arctic marine mammals, 1986-2009” Accepted for publication in Science of the Total Environment.

Rotander, A., Kärrman, A., van Bavel, B., Polder, A., Rigét, F., Auðunsson, G., Víkingsson, G., Gabrielsen, G., Bloch, D., Dam, M.”Increasing levels of long-chain perfluorocarboxylic acids in Arctic and North Atlantic marine mammals, 1984-2009.” Accepted for publication in Chemosphere 

Rotander, A., van Bavel, B., Polder, A., Rigét, F., Auðunsson, G., Gabrielsen, G., Víkingsson, G., Bloch, D., Dam, M. “Polybrominated diphenyl ethers (PBDEs) in marine mammal from Arctic and North Atlantic regions, 1986-2009”. Environment International, DOI: 10.1016/j.envint.2011.07.001

  

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo