SWIPA Veðurlagsfrágreiðingar
Tvær frágreiðingar eru gjørdar um ávirkan av veðurlagsbroytingum í Arktis, og snúgva tær seg serliga um ávirkan á hav, vatn, ís og permafrost.

SWIPA er ein stytting fyri Sea, Water, Ice and Permafrost Assessment, sum á føroyskum kann umsetast til at vera ein meting um hav, vatn, ís og permafrost. SWIPA frágreiðingin fevnir í stóran mun um tað økið, ið verður kallað kryosferan, og sum eru tey økir á norðaru knatthálvu, har vatn kemur fyri sum ísur heldur enn flótandi.
Tað snýr seg um eina stóra vísindaliga frágreiðing, og ein samandrátt av henni, sum tekur saman um mest umráðandi niðurstøðurnar. Eisini er gjørd ein styttri frágreiðing, sum er hóskandi til undirvísing (sí http://amap.no/swipa/). Harumframt er gjørdur ein filmur “A changing environment”, sum eisini vísur á mest umráðandi niðurstøðurnar frá SWIPA. Filmurin er bæði í eini longri útgávu (15 min.) og eini styttri útgávu (3 min.). Filmarnir eru til taks við føroyskum undirteksti, tann styttri filmurin er á http://vimeo.com/46750934, og tann longri á http://vimeo.com/47153415. Filmarnir eru eisini til taks við m.a. donskum undirteksti (http://vimeo.com/45953589).
Í frágreiðingunum verður millum annað víst á, at tíðarskeiðið 2005 – 2010 var tað heitasta síðan mátingar byrjaðu í Arktis. Vaksandi hitin hevur við sær broytingar, sum eru sjálvøkjandi (positiv feedback) m.a. á tann hátt, at so hvørt sum ísur og kavi hvørva vegna øktan hita, verður minni av sólarhita kastað aftur, men heldur tikið upp av teimum nú ís- og kavaleysu økjunum. Ein avleiðing av økta hitanum og bráðnaða permafrostinum er, at lívskorini hjá djórum og plantum broytast. Vaksandi hitin kann hava avleiðingar fyri m.a. hús og vegakervi sum eru bygt á permafrost, um grundarlagið hoknar undan. Í hesum sambandi er vert at vísa á, at Arktiska Ráðið fer at stíla fyri eini meting av, hvørjar broytingar eru fyri framman í Arktiska økinum, og hvat kann gerast fyri at tillaga til hesar broyttu umstøðurnar. Hetta arbeiðið kemur at hava heitið Adaptation Actions to a Changing Arctic, AACA.
Føroyar er partur av Artiska økinum, sum allýst av Arktiska Ráðnum og Oslo París Sáttmálanum, OSPAR, saman við m.ø. Íslandi og Norðurnorra. Tó eru Føroyar ikki nógv merktar av ísi ella kryosferuni. Hjá okkum eru tað helst mest teir vaksandi møguleikarnir fyri vinnuvirksemi longri norðuri, sum eru frammarlaga í huganum, tá ið talan er um veðurlagsbroytingar.
Vilt tú vita meira um frágreiðingina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo