Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Stjóri til Umhvørvisstovuna

Søkt verður eftir stjóra til Umhvørvisstovuna at byrja sum skjótast

Starvið
Stjórin hevur evstu ábyrgdina av stovninum. Saman við leiðsluni á stovninum leggur hann virksemið til rættis og setir yvirskipaði mál fyri øll arbeiðsøki. Harumframt hevur hann ábyrgdina av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar.

Faklig førleikakrøv
Stjórin skal hava viðkomandi kandidatútbúgving frá lærdum háskúla og royndir innan leiðslu og fíggjarstýring. Harumframt er tað ein fyrimunur, um hann hevur leiðsluútbúgving.

Persónlig førleikakrøv
Stjórin skal hava góðar samskiftiseginleikar, eins og hann skal duga væl at orða seg. Hann skal duga væl at fyriskipa og at leiða starvsfólk og skal kunna vísa á leiðsluroyndir. Tá ið tørvur er á tí, skal stjórin evna at skera ígjøgnum.

Stjórin skal viðvirka og stuðla tryggari málsviðgerð og mannagongdir og hava gott innlit í almenna fyrisiting og politiskar tilgongdir. Hann skal hava gott innlit í tær uppgávur, sum stovnurin skal loysa, eins og hann skal hava lætt við at seta seg inn í nýggj viðurskifti. Harumframt skal hann kunna fara niður í smálutir uttan at missa yvirlitið. Tað er av stórum týdningi, at stjórin sær yvirskipað upp á tær mongu ymisku uppgávurnar, sum stovnurin skal loysa.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til Innlendismálaráðið, Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn, ella við einum telduposti til imr.@imr.fo og skal verða ráðnum í hendi í seinasta lagi tann 6. juni 2011.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rúna Joensen, aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, á tlf. 558070, ella við at senda ein teldupost til runij@imr.fo.