Stein Fossá 30 ára starvsdag
Í vikuni varð starvsfelagi okkara - Stein Fossá – heiðraður, tí hann í ein mansaldur hevur starvast sum landmátari í almennari tænastu
Hin 24. nov. 2011 bar til at staðfesta, at Stein Fossá í samfull 30 ára hevur røkt starv sum landmátari í almennari tænastu, fyrst á Matrikulstovuni og síðani 2007 á Umhvørvisstovuni.
Á lítlari samkomu á Umhvørvisstovuni varð Stein heiðraður av starvsfeløgum sínum.
Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni takkaði Stein fyri drúgva tænastu og tað nærlagni hann altíð leggur í uppgávur sínar. Úr rúgvuni av avrikum man adressuskráin vera tað, sum serliga stendur eftir Stein. At øll hús og allar bygningar í Føroyar nú eru eyðmerktar við adressu er einamest Stein fyri at takka, og landsadressuskránna eigur hann einsamallur.
Petur Nielsen, deildarleiðari á Lendi, ynskti Stein tillukku við tí høga starvsaldrinum og vísti við dømum og tølum, tað nærlagni og tað ídni, og sum vit kenna hann so væl fyri. At hann eisini er ein hollur starvsfelagi og ein góður vinur, fór ikki aftur við borðinum.
Stein er leiðari á deildini Kort- og skráir á Umhvørvisstovuni. Aðalmálið hjá deildini er, at ansa eftir, at vit altíð vita, hvar vit eru. Umframt at halda landsadressuskránna, gera teir kort, taka loftmyndir, fáast við GPS’ara og gera grundleggjandi uppmátingararbeiði av landi okkara – sjálvir, og í altjóða høpi.
Á lítlu myndini fær Stein handað blómutyssi og gávulut frá stjóranum, Jóhonnu Olsen. Á størru myndini sæst Stein Fossá takka fyri heiðurin tá hann segði nøkur orð.
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhann Lützen, kunningar- og viðskiftasamskipara á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo