Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skrivstovufólk til Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan søkir eftir einum skrivstovufólki til Tinglýsingina. Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av tinglýsingarmálum og vegleiðing í hesum sambandi.

Vit bjóða

eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði, samstarvi, har tú hevur møguleika at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á Tinglýsingini.

Vit vænta

at tú hevur skrivstovuútbúgving, bankaútbúgving, advokatskrivaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir. Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikomandi, dugnalig/ur og nærløgd/lagdur.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Umhvørvisstovan
Postboks 2048
165 Argir

ella sum teldupostur til: us@us.fo.

Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 23. mai 2012.

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Gunnvá á Lofti, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.