Skráin fyri almenna fundin um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum
Fríggjadagin 19. juni 2015 kl. 13-17 skipar Føroya Fróðskaparfelag saman við Umhvørvisstovuni fyri almennum fundi um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum. Tiltakið verður í hølunum hjá iNOVA, Hoyvíksvegur 51 í Havn.
Seinasta summar hoyrdu vit um deyðan hummara og svartan botn á okkara firðum. Nógvar gitingar vóru, og víst var á alivinnuna sum syndarin. Hvør var orsøkin til illgrunan, og hvørji árin hevur alivinnan á firðirnar? Tað fara serfrøðingar at varpa ljós á á fundinum, sum er almennur og ókeypis. Møtið fjølment!
Skráin er hendan:
1. Svartur botnur og deyður hummari
Greitt verður frá kanningunum, sum Havstovan og Fiskaaling hava gjørt í Hvannasundi á sumri 2014, og hvørja ávirkan lúsabasingarevni kunnu hava á krabbadjór.
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, greiðir frá.
2. Er tað rætt, at heilivágur móti laksalús oyðir rækjur og onnur smádjór?
Í fjølmiðlunum hava verið yvirskriftir um, at heilivágur móti laksalús oyðir hummara, rækjur og onnur smádjór á botni.
Renée Katrin Bechmann, granskari á IRIS í Noregi, greiðir frá.
3. Heilivágur í alivinnuni
Nýtslan av lúsabasingarevnum í alivinnuna veksur alsamt.
Kjartan Mohr, landsapotekari, greiðir frá.
4. Útlát av tøðevnum frá alivirksemi
Hvussu stórt er útlátið av tøðevnum frá alivinnuni á føroysku firðunum samanborið við tað, sum kemur frá fólki og øðrum virksemi?
Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, greiðir frá.
5. Eru lúsabasingarevni ein hóttan móti djóralívinum?
Havið er óendaliga stórt, so kunnu nøkur fá kilo av lúsabasingarevni síggjast aftur?
Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, greiðir frá.
6. Soleiðis verður alivinnan skipað í framtíðini
Hvussu kunnu vit minka um umhvørvisárin frá alivinnuni – hvørji amboð kunnu vit menna?
Ragnar Joensen, sum hevur ábyrgdina av menning og nýskipan av alitøkni hjá Marine Harvest um allan heim, gevur nøkur boð.

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 234370, MariaD@us.fo