Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Seyður á gomlum tyrvingarplássum

Í hesum døgum verða sýnir tikin av seyði, ið er sloppin framat gomlum tyrvingarplássum fyri at staðfesta, um hann er dálkaður av hesum.

Í 2008 gjørdi Umhvørvisstovan eina dálkingarkanning av gomlum og einstøkum virknum tyrvingarplássum í Føroyum. Við gomlum tyrvingarplássum meina vit við økir, sum hava verið brúkt at tyrvt á, áðrenn IRF kom at virka. Kanningin varð gjørd fyri at staðfesta um umhvørviseitrandi evnir eru til staðar í jørðildinum, sum liggur omaná gomlum tyrvingarplássum. 

Tungmetallir, PCB og dioksin
Úrslitini vístu, at á nøkrum økjum var innihaldið av ávísum tungmetalum hægri enn tað sum, sambært vegleiðing frá danska umhvørvisstýrinum, kann góðtakast í støðum, ið skulu nýtast til “serliga viðkvom” endamál, sum seyðahald kann sigast at vera. Sambært somu vegleiðing áttu nøkur av kannaðu støðunum møguliga at verið avbyrgd ella reinsað. Eisini var innihaldið av dálkingarevnunum PCB  og dioksin høgt í teimum flestu støðunum.  

Sýnistøka av seyði
Kanningar í m.a. Svøríki hava víst, at seyður ið er innihegnaður á dálkaðum øki, upptekur dálkingarevnir. Seyður í Føroyum er ikki innihegnaður á dálkaðum økjum, men sleppur tó í ávísum førum framat gomlum tyrvingarplássum. Tí varð avgjørt at fara undir at kanna um hetta sæst aftur í seyði, sum hevur gingið í hesum økjunum, soleiðis at støða kann takast til, um atgerðir eiga at verða tiknar í sambandi við gomul  tyrvingarpláss.

Í hesum sambandi verða livur-, kjøt- og tálgasýnir tikin frá seyði nú í heyst, sum Umhvørvisstovan sendir til kanningar eftir flettingartíðina.

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú venda tær til Umhvørvissstovuna tlf. 342400 og spyrja eftir Eiriki Danielsen ella Mariu Dam.