Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Samstarva um umhvørvisdáta

Føroya Náttúrugripasavn, Havstovan og Umhvørvisstovan eru gingin saman um felags heimasíðu kallað ENVOFAR

Føroyar liggja á syðra markinum til europeiska arktiska økið, og stórur partur av bæði luft og sjógvi, sum endar í Arktis, ferðast fram við Føroyum. Umhvørvisdátur frá føroyska økinum, bæði frá landi og sjógvi, eru tí av stórum áhuga bæði fyri vísund og stovnar, sum takast við umhvørviskanningar og umhvørviseftiransing.

Til at geva eina meiri beinleiðis og brúkaravinarliga atgongd til umhvørvisdáturnar frá kanningum innan hetta økið, hava hesir tríggir føroysku stovnarnir gjørt ENVOFAR. ENVOFAR er gjørd sum ein felags heimasíða envofar.fo, har hvør sum helst og nær sum helst hevur atgongd til dáta, sum brúkarin kann taka niður.
Í fyrstu atløgu eru tað dáta, sum eru framleidd til altjóða kanningar framdar av arbeiðsbólkum undir Arktiska Ráðnum sum AMAP og CAFF, sum eru savnað og gjørd atkomilig á ENVOFAR -síðuni. Tó, ENVOFAR er skipað sum ein rammu-ætlan og kann víðkast til at fevna um fleiri stovnar og sløg av dáta, so hvørt sum áhugi og møguleiki eru til tess.
Størsti denturin er lagdur á at gera dáta atkomilig, sum flokkast í hesum trimum bólkunum:
·         Lívfrøðiligt margfeldi
·         Mátingar í føroyskum sjógvi
·         Dálkandi evnir
Hesi dáta, sum luttakandi stovnarnir hava fingið til vega, og sum eru av almennum umhvørvisáhuga, eru savnaði í ENVOFAR og eru nú tøk fyri einum og hvørjum, sum er áhugaður. Til tess at gera tilfarið so atkomiligt sum møguligt hjá føroyskum og útlendskum granskarum, er tað mesta á enskum.
Innlendismálaráðið hevur stuðlað tiltakinum.
 
Vilt tú vita meira um hetta evni, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 232470 ella senda ein t-post á us@us.fo