Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rokna hvussu nógv kyksilvur tú fært ígjøgnum matin tú etur

Nú ber til at rokna út, hvussu nógv kyksilvur tú kanst vænta at fáa í teg við matinum tú etur. Samstundis kanst tú síggja, um tú ert innanfyri tað, sum evropeiska matvørutrygdarráðið, EFSA, metir er trygt í mun til nøgdina av kyksilvri, tú fært í teg við matinum.  

Endamálið við roknaranum er at geva fólki eitt betri innlit í, hvaðani tey fáa kyksilvur í seg – ikki bara frá tvøsti, og hvussu nógv samanborið við trygdarmarkið.

Royn okkara kyksilvurroknara her

Sum tú kanska longu veitst, fáa vit meginpartin av kyksilvri úr mati úr sjónum, sum fiski og grind. Men visti tú, at kyksilvur er eitt grundevni og finst natúrliga mest sum allastaðni, og sostatt eisini í mest sum øllum mati? Hetta merkir, at vit skulu rokna við, at eisini matvørur sum korn og frukt innihalda eitt lítið sindur av kyksilvri. Tó, so er miðal nøgdin av kyksilvri, sum ymsu aldusrbólkarnir í Evropa fáa í seg við matinum, ikki omanfyri trygdarmarkið hjá EFSA, undantikið hjá børnum í nøkrum kanningum.

 

Soleiðis virkar kyksilvurroknarin

Við at skráseta hvat tú vigar, og hvat tú hevur etið ein dag, ella eina viku, ber til at rokna út, áleið hvussu nógv kyksilvur, tú kanst rokna við at fáa úr matinum. Hetta verður víst á einum stabba, sum eisini vísir, hvussu stórur partur av samlaðu kyksilvurnøgdini stavar frá tí einstøku matvøruni, og um samlaða kyksilvurnøgdin er omanfyri tað trygdarmarkið sum EFSA hevur ásett. 

 

Hvat er trygdarmarkið?

Av tí at kyksilvur bert spakuliga verður skilt úr kroppinum, hevur EFSA valt at sett eitt trygdarhámark, sum ásetur ovara mark fyri, hvat kann metast at vera trygt at fáa niðurum av kyksilvri, antin tað er sum ólívrunnið kyksilvur ella sum metylkyksilvur. Trygdarmarkið, á enskum Tolerable Weekly Intake, TWI, er ásett við atliti til samlaðu nøgdina av kyksilvri í eina viku og við atliti til tey, sum eru mest viðkvom fyri neilig árin, nevniliga fostur og smábørn, hvørs heila- og nervalag eru í búning, og tí eru í størri vanda fyri árinum enn vaksin fólk. Orsøkin til at trygdarmarkið er ásett við støði í eini viku, og ikki t.d. einum degi, er, at tað er tann samlaða nøgdin yvir longri tíð, sum hevur týdning fyri heilsuárin. Men fyri at tú betri kann fylgja við, hvussu tín dagliga upptøka av kyksilvri er, í mun til trygdarmarkið, hava vit eisini roknað eitt TDI, Tolerable Daily Intake. TDI kann geva ein ábending um, hvussu dagliga nøgdin av kyksilvri er í mun til trygdarmarkið, og er altso eitt virðið sum vit sjálvi hava gjørt, við at býta TWI við sjey. Tískil skalt tú ikki gerast bangin um dagliga inntakið av kyksilvri er omanfyri TDI, men hav bert í huga, at um tú í fleiri dagar á rað fært í teg meiri kyksilvur enn TDI, so fert tú uppum trygdarmarkið. 

 

Hvussu er trygdarmarkið sett?

Kyksilvur kann hópa seg upp í kroppinum, men tað skilast eisini úr aftur kroppinum. Helvtartíðirnar fyri ólívrunnum kyksilvri og metylkyksilvri í kroppinum eru um ávikavist 40 og 70-80 dagar. Metylkyksilvur er meiri skaðiligt enn ólívrunni kyksilvur, m.a. av tí at kroppurin lættari upptekur metylkyksilvur. Tí er hámarkið fyri nøgdina av metylkyksilvri lægri enn tað er fyri ólívrunnið kyksilvur. Trygdarmarkini fyri inntøku av ólívrunnum kyksilvri og metylkyksilvri eru ávikavist 4 og 1,3 µg fyri hvørt kg tú vigar.

TWI fyri metylkyksilvur er ásett út frá kanningum av børnum í Føroyum og Seychellunum. Markvirði av metylkyksilvri er ásett sum tann nøgdin, sum ikki var mett at ávirka børn, býtt við einum trygdarvirði upp á 6,4 fyri m.a. at leggja upp fyri at fólk eru ymisk

 

Um verkætlanina

Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava samstarvað um hesa verkætlan. Dancea hevur stuðlað. ADDOVUS hevur snikka síðuna til.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo