Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rakul fekk Grønu Virðislønina 2012

Rakul Dam Lindberg, sum er røktarleiðari á Gróðurstøðini í Miðhoydølum, fekk hóskvøldið handað Grønu Virðislønina.

Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári Grønu Virðislønina á 10.000 krónur til ein stovn, virki, felag, bólk ella einstakling í Tórshavnar kommunu, ið hevur tikið eitt tak fyri umhvørvinum.

Tá Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini, handaði Rakul Dam Lindberg virðislønina segði hon m.a., at Rakul er ein eldsál, ið brennur fyri sakini, at fjálga um okkara grøna umhvørvi, við trøum, runnum og gróðri sum heild. Rakul er eitt týðandi bindilið millum leik og lærd, og gevur holla vegleiðing um gróður og gróðurseting. Í 1992 byrjaði Rakul Ung í arbeiði, sum var ein kreppuætlan, ið varð sett í verk fyri at lofta ungdóminum. Rakul dugir væl at málbera seg og at greiða frá, og miðlarnir heita tíðum á hana um urtagarðsspurningar og røkt. Og so er Rakul sera fyrikomandi, kvik og lættlynt.

Vit á Umhvørvisstovuni ynskja Rakul hjartaliga tillukku við heiðrinum, og fegnast um at hava so dugnalig starvsfólk á stovninum.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.