PFAS er lágt í Føroyum, samanborið við onnur lond
Í 2012 vórðu kanningar gjørdar av perfluoreraðum evnum (PFAS) í føroyskum vatni og mati. Frágreiðingin er nú tøk.
Í hesi nýggju kanningini var endamálið at staðfesta, um vatn hjá okkum og matur framleiddur her, eru dálkað í sama mun sum í øðrum londum.
Samanumtikið varð funnið, at innihaldi av PFAS í føroysku sýnunum var lágt samanborið við samsvarandi úrslit sum eru almannakunngjørd í øðrum londum, til dømis í sambandi við størri kanningar av PFAS í mati.
Bakstøðið fyri kanningarnar var, at granskarar og myndugleikar í øðrum londum hava víst, at ein týðandi kelda til PFAS í menniskjum er matur, so sum kjøt, mjólkarvørur, egg og matur úr sjónum. Eisini hava kanningar úr øðrum londum givið ábendingar um, at drekkivatn í nøkrum førum og á nøkrum støðum, kann vera týðandi kelda til PFAS í menniskjum.
Les meira…
- Les nýggju frágreiðingina "PFAS í føroyskum vatni og matvørum" her
- Les ein stytri úrdrátt av nýggju frágreiðingini, har úrslitini eru samanborin við áður gjørdar kanningar her
- Meira um PFAS í føroyska umhvørvinum kann lesast her
- Les um PFOS sum kemiskt evni her
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo