Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

PCB í teistaeggum minkar

Síðani Føroyar komu uppí alltjóða kanningarskipanina AMAP, hava kanningar verið gjørdar av teistaeggum úr Skúvoy og Koltri.

Kanningar hava verið gjørdar av 10 eggum frá hvørjari av hesum báðum oyggjunum annað hvørt ár, og nú vísa tær, at innihaldið av PCB minkar við knøppum 7% um árið (p < 0.03).

Teisti er rættiliga støðufastur sjófuglur og kann tí verða kannaður sum ein liður í at meta um dálking í sjónum. Innihaldið av summum dálkingarevnum hevur lyndi til at vaksa við aldrinum, og tí hóskar tað seg væl at kanna egg fyri hesi evnir. 

Mynd 1: Innihald av PCB víst sum innihaldið av CB-153 í teistaeggum úr Føroyum, í ng/g fiti. Myndin er úr hagfrøðiforritinum PIA.

Teistaeggini eru øll árini vorðin kannaði á kanningarstovu í Quebec í Canada, og samlaðu úrslitini eru viðgjørd við hagfrøðiforritinum PIA. PIA forritið er tillaga til endamálið í AMAP samstarvinum at kanna, hvørt innihaldið av dálkingarevnum, sum PCB og kyksilvur, broytist við tíðini.    

 
Meira kann lesast um dálking í teistaeggum her
 

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo