Nýggj umhvørvisfrágreiðing
Frágreiðingin lýsir úrslit frá eftirkanning av seyði, sum er sloppin framat gomlum tyrvingarplássum í Føroyum í 2011. Kanningarnar vísa, at seyðurin ikki var merktur av dálking við PCB, dioksini, ella blýggi.
Umhvørvisstovan hevur í trimum umførum gjørt kanningar av dálkingarstøðuni av einum úrvali av gomlum tyrvingarplássum og seyði, sum gongur á og framvið teimum, og nú er tann nýggjasta frágreiðingin tøk.
Fyrsta kanningin var í 2008, og fevndi um dálkingarstøðuna í moldini á gomlum og einstøkum virknum tyrvingarplássum í Føroyum. Kanningin staðfesti, at umhvørviseitrandi evnir, sum tungmetal, PCB og á summum støðum eisini dioksin, vóru í moldini, sum er oman á gomlum tyrvingarplássum. Av tí, at seyður sleppur fram at summum av hesum plássum, varð í 2009 avgjørt at kannað sýnir av bæði kjøti og tálg, og varð hetta gjørt fyri at vita í hvønn mun hesin seyðurin var merktur av dálkingini á økjunum. Sýnir vóru tikin av seyði, sum hevði gingið við gomlu tyrvingarplássini á Krossi í Eysturoy, í Vatnsoyrum og í Trongisvági. Kanningarnar av seyði bendu ikki á, at seyðurin var merktur av dálking við PCB ella dioksini, men okkurt sýni hevði hækkað innihald av blýggi. Tó, av tí at dálking við millum øðrum dioksini og PCB kann vera álvarsom, varð í 2011 avgjørt at endurtaka nakrar kanningar av seyði á tyrvingaplássunum, fyri at tryggja, at fyrru kanningarnar vóru rættar. Nýggju kanningarnar vístu eitt enn lægri innihald av blýggi, PCB og dioksini, samanborið við kanningina í 2009.
Nýggja frágreiðingin sæst her
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo