Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj umhvørvisfrágreiðing

Frágreiðingin lýsir úrslit frá umhvørviskanningum, ið eru gjørdar í Føroyum í altjóða arktisku kanningarskipanini, AMAP, frá 2005-2008.

Kanningarnar fevna um innihald av tungmetallum og seint niðurbrótiligum lívrunnum mannagjørdum evnum (POPs), í ulku, teista, toski, grind, haru og bleikju.
 

Føroyar hava luttikið í AMAP kanningunum síðani 1997, og kanningar verða í stóran mun gjørdar av somu sløgum av sýnum sum í hinum arktisku londunum, soleiðis at samanberingar tvørtur um landamørk eru gjørligar, umframt at djórasløg, sum hava serligan áhuga í Føroyum, eisini verða kannað.
 

Úrslitini av kanningunum geva eina mynd av dálkingini í føroyska umhvørvinum og kunnu nýtast til at  samanbera við dálkingarstøðuna aðrastaðni, umframt hvussu dálkingin broytist við tíðini.
 

Kanningarnar verða gjørdar sum ein partur av umhvørviseftiransingini, sum granskingardeildin á Umhvørvisstovuni stendur fyri, og verða gjørdar við fíggjarligum stuðli frá DANCEA-grunninum, sum danska Miljøstyrelsen umsitur.
 

Í talvuni niðanfyri sæst, hvørjar kanningar eru gjørdar av hvørjum sýnisslagi, sum verða viðgjørd í hesi frágreiðing.
 

 

Øll data frá kanningunum verða løgd út á www.envofar.fo í næstum.

 

Nýggja frágreiðingin sæst her

 

Aðrar AMAP frágreiðingar eru at finna her

 

Meira fæst at vita um AMAP á www.amap.no

 

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, og spyrja eftir Katrin Hoydal ella Mariu Dam