Nýggj frágreiðing um komandi kanningar av luftini í Føroyum
Umhvørvisstovan hevur nú gjørt eina frágreiðing, sum lýsir okkara ætlan um at fáa í lag mátingar av luftgóðskuni í Føroyum
Hóast eftirlit er við luftgóðskuni í øllum Norðurlondum, er enn onki tílíkt eftirlit í Føroyum, og tí fer Umhvørvisstovan nú undir eina tilgongd at kanna, hvussu eitt hóskandi eftirlit kann setast í verk. Fyrsta stigið er frágreiðingin, sum víst er til niðanfyri.
Tey seinastu umleið 20 árini hevur nógv verið arbeitt við at minka um luftdálkingina í Evropa, og hetta hevur givið munandi reinari luft; til dømis at áseta og herða markið fyri, hvussu nógv svávul kann vera í diesel og bensini, hvussu nógv benzen kann vera í bensini, umframt at eitt økt tal av bilum hava katalysator, sum reinsar útstoytsgassið fyri nitrogenoksid (NOX), loftfim lívrunnin evni (VOC, volatile organic compounds) og koliltu (CO). Sjálvt um nógv longu er gjørt, eru dálkandi evni sum eitt nú bitlar (partiklar), NOX og ozon enn ein trupulleiki í Evropa.
Frágreiðingin er skipað í sjey partar, har tað millum annað stutt er lýst hvørji dálkandi evni verða kannað í londunum rundan um okkum, og hvørji av hesum evnunum vit fyrst ætla at máta her í Føroyum. Ætlanin er at byrja við at máta bitlar og NOX. Fyri at máta hesi, er ætlanin at hava tvey sett av mátitólum, har eitt verður sett á einum stað, har luftdálkingin verður mett at vera stór, og hitt verður sett burturfrá tættbygdum øki, har luftin ikki beinleiðis er merkt av dálking frá ferðslu og ídnaði.
Frágreiðingin sæst her
Vilt tú vita meira um frágreiðingina, kanst tú seta teg í samband við Rakul Mortensen, tlf. 232474, RakulM@us.fo ella Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo