Næmingur í starvsvenjing
Adrian úr Kollafirði sigur frá síni tíð í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni
Eg eiti Adrian og búgvi í Kollafirði. Í tvær vikur havi eg verið í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni, har eg havi roynt mangt spennandi.
Á Granskingardeildini hava eg og Rakul arbeitt í starvsstovuni. Vit hava kruvt 20 síl, har vit kannaðu kyn, vekt og longd á sílunum, og tóku sýnir av livur og flaki. Livra og flaksýnini skulu sendast til starvsstovur uttanlands, har tey skulu kannast fyri innihald av PFC. Í fyrru viku høvdu nøkur á Granskingardeildini tikið sýnir av havhesti, har millum annað sýnir av livur blivu lagdar í formalin. Hesi livrasýnini skuldu seinni koyrast í eina blanding av vatni, sukur og gummi arabicum, og tað slapp eg so at gera. Eisini havi eg verið við at keypt flótandi nitrogen og vitja náttúragripasavnið.
Á deildini Kort og Skráir var eg við Martin og Andreas á Sundi, har vit gingu bæði í haga og fjøllum og máldu positiónir. Hesar positiónir verða brúktar, tá deildin ger kort av økinum í teirra kortleggingartóli.
Á Matrikuldeildini var eg við Inga og Elisabett í Hósvík, har vit máldu nýtt mark. Eisini hava eg, Antines og Jón verið í Sandavági og Miðvági og mált nýtt mark og funnið fyrr sett mark. Eg slapp at máta við teirra framkomnu og elektronisku útgerð og eisini settu vit basir upp.
Deildin Vernd hevur eftirlit við virkjum. Eg var við Lenu og Gunnar á eftirliti á tveimum virkjum. Í sambandi við eina fráboðan sum Umhvørvisstovan hevði fingið um órudd, sum liggur í náttúruni, vóru vit á staðnum og tóku nakrar myndir. Eisini vóru vit framvið tyrvingarplássinum í Oyndarfirði.
So gjøgnum vikurnar havi eg ikki bara verið í starvsvenjing, men eisini møtt fleiri fólkum og ferðast um í Føroyum.