Næmingar á vitjan
Umhvørvisstovan fær tíðum vitjan av skúlaflokkum
Hesaferð var tað 5.A úr Kommunuskúlanum í Havn, ið vitjaði Umhvørvisstovuna.
Hugagóðir lurtaðu næmingarnir eftir, og forvitnir spurdur teir um, hvat Umhvørvisstovan fæst við.
Petur Nielsen, deildarleiðari greiddi teimum m.a. frá at Umhvørvisstovan avgreiður eina rúgvu av málum. Umhvørvisstovan er ein umhvørvis- og lendisfyrisiting, har ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar fevna um eftirlit, umsiting, gransking, skráseting, upplýsing, ráðgeving, rannsóknir, royndir, ognarviðurskifti, kort við meira. Ein stórur partur av arbeiðnum snýr seg um at veita skjóta og góða tænastu til borgarar, ið eitt nú hava fyri neyðini at tinglýsa teirra ognir v.m.
Serliga ídnir vóru teir, tá vit vístu teimum, hvussu ein ordiligur GPS’ari sær út, hvussu kort verða gjørd eftir loftmyndum í einum 3D-mynd, og hvat granskararnir m.a. gera á starvsstovuni.
Skúlaflokkar, sum kundu hugsa sær at vitja Umhvørvisstovuna, kunnu ringja á telefon 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo.