Maria Dam fær Eik granskingargávuna 2007
Á hátíðarhaldi í høvuðssætinum hjá Eik í Havn týsdagin 18. des., handaði Bjarni Olsen, stjóri, Mariu Dam hina sonevndu granskingargávuna, sum er kr. 50.000. Maria Dam er evnafrøðingur við serkunnleika innan eiturvistfrøði.
Í Føroyum er granskingin enn á einum støði, sum ger, at hon er bundin at einkultpersónum. Granskararnir mugu sjálvir stríðast, fáa pening til vega og slóða fyri. Maria hevur slóðað fyri á einum fakøki, sum annars var órørt í Føroyum, og hevur staðið fyri einari ørgrynni av verkætlanum, ið lýsa eiturevni og eiturvistfrøði í føroysku náttúruni – í luftini, vøtnunum, sjónum og á landi. Eisini í altjóða høpi er hon virkin granskari. Hon hevur luttikið í nógvum altjóða verkætlanum og umboðar Føroyar væl í altjóða høpi. Hon hevur prógvað, at hon er granskari á altjóða støði, er slóðbrótari á sínum fakøki í Føroyum og hevur givið okkum nógva virðismikla vitan um eiturvistfrøði í føroysku náttúruni.
“Eik Vísindagrunnurin vil við granskingargávuni eggja Mariu til at halda fram við at gera gransking, sum kann koma føroyska samfelagnum til gagns”, sigur Bjarni Olsen, stjóri.
Endamálið við granskingargávuni er at veita viðurkenning av tí arbeiði ella teimum evnum, sum móttakarin hevur víst innan gransking. Granskingargávan verður givin við tí í hyggju at eggja móttakaranum til at halda fram og menna síni evni sum granskari. Granskingargávan kann gevast einstaklingi ella bólki av einstaklingum. Einstaklingur, ið fær gávuna, skal – skilt í breiðum týdningi – vera føroyingur. Tað er ikki nøkur treyt, at móttakarin granskar í føroyskum evnum.
Kelda: Eik