Luftkanningarstøðir eru settar upp í høvuðsstaðanum
Umhvørvisstovan og Tórshavnar kommuna eru farnar í samstarv, og hava sett upp tvær mátistøðir í høvuðsstaðnum, sum máta luftgóðskuna í Føroyum. Ein er sett upp í Bøkjarabrekku og hin uttan fyri tættbygd øki.
Hvør er luftdálkingin í Føroyum? Hesum setti Umhvørvisstovan sær fyri at fáa greiðu á fyri nøkrum árum síðani.
Og nú hevur Umhvørvisstovan so sett tól upp, sum kanna innihaldið av bitlum (partiklum) og NOx í luftini. NOx og teir heilt smáu bitlarnir stava serliga frá ferðslu á vegum, og kunnu hesi hava keðilig árin á heilsustøðuna serliga hjá teimum, sum hava astma og aðrar sjúkur í andaleiðini.
Samstarv millum Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu
Nógv ferðsla er í Bøkjarabrekku í miðbýnum í høvuðsstaðnum, og tí hevur Tórshavnar kommuna samstarva við Umhvørvisstovuna fyri at fáa í lag eina mátistøð á hesum tættbygda økinum við nógvum bilum, bussum og fólki til gongu. Nú verða so gjørdar støðugar kanningar av luftgóðskuni í miðbýnum.
Býar-mátistøðin í Bøkjarabrekku í miðbýnum í høvuðsstaðnum
Hin mátistøðin er sett upp í Havnardali. Í Havnardali er lítil og eingin staðbundin luftdálking. Tí gevur henda støðin eina ábending um natúrliga innihaldið av bitlum og NOx í luftini í Føroyum.
Natúrliga innihaldið av bitlum í umhvørvinum stavar millum annað frá havinum, vøkstri og erosión. Eisini eldgos kunnu elva til luftdálking av ymiskum slagi. Tá Eyjafjallajökull goysti og legði Evropa lamið í 2010 bar ikki til at lýsa innihaldið av dálkandi evnum í Føroyum. Men hetta verður nú broytt, tí, eru langtborin luftdálkandi evni í Føroyum, fer hetta helst at síggjast í mátingunum á støðini í Havnardali.
Bakgrunds-mátistøðin í Havnardali
Tórshavnar kommuna hevur keypt og eigur ein part av mátiútgerðini, og hevur veitt holla hjálp við uppsetingini av mátistøðunum, meðan Landsverk, sum hevur drúgvar royndir at reka mátistøðir um alt landið, hevur veitt ráðgeving viðvíkjandi tøkni og dátaflutningi.
Úrslitini at síggja á netinum
Mátingarnar verða gjørdar on-line, og á netsíðuni hjá Umhvørvisstovuni og Tórshavnar kommunu fer at bera til hjá øllum dagliga at fylgja við, hvussu luftgóðskan er á báðum støðunum. Fyrstu kanningarúrslitini eru longu tøk, og verða løgd út á heimasíðurnar í nærmastu framtíð.
Verkætlanin hevur fingið stuðul úr grunninum til umhvørvisverndartiltøk. Stuðulin er farin til at fíggja stóran part av mátistøðini í Havnardali, sum m.a. mátar langtborin luftdálkandi evni.
Umhvørvisstovan gjørdi tíðliga í fjør frágreiðingina “Luftgóðska í Føroyum – uppskot til skipan av yvirvøku av luft”, sum var partur av fyrireikandi arbeiðinum at seta upp luftkanningarstøðirnar. Til ber at lesa frágreiðingina her.
Vilt tú vita meira um luftkanningarnarstøðirnar, kanst tú seta teg í samband við Rakul Mortensen, tlf. 232474, RakulM@us.fo ella Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo