Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kunning um umhvørviseitur í grind

Kunningarfundur um umhvørviseitur í grindahvali verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikukvøldið tann 18. mars 2009, kl. 19.00

Eftir seinastu tilráðingini frá Landslæknanum og Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu um at grindahvalur ikki eigur at roknast sum mannaføði, hevur umhvørvisdálking og grind verið nógv frammi í miðlunum. Starvsfólk á Umhvørvisstovuni  og á Náttúrugripsavninum hava í fleiri ár kannað grindahval í sambandi við umhvørviseitur og lívfrøði, og fara at varpa ljós á hesar kanningar við atliti til dálkingarkeldur, dálkingarnøgdir og møgulig dálkingarárin.
Skrá:

  1. Bjarni Mikkelsen, Náttúrugripasavnið, fer at greiða frá um grind og um møguligar keldur til dálkingarevni.
  2. Maria Dam, Umhvørvisstovan, fer at greiða frá um umhvørviskanningar og umhvørviseitur í grind.
  3. Høvi verður at seta spurningar o.a.

 Meira fæst at vita við at venda sær til Mariu Dam, granskara, á tlf. 342470.