Kunnandi fundur um fluorevni 20. november 2015 á iNOVA

Í sambandi við, at tað á fyrsta sinni eru framdar kanningar av ávísum dálkandi evnum, serliga perfluoreraðum alkyl evnum, stytt PFC, í Føroyum, verður skipað fyri almennum fundi á Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 hin 20. november 2015 kl. 13 – 16.
Á fundinum verður greitt frá nýggjum kanningum av PFC í laksi og uppsjóvarfiski. PFC er eitt slag av dálkandi evnum, sum m.a. hava verið brúkt í eldsløkkjarum til ávísi endamál, og sum verða nýtt at verja pappír, klæðir og skógvar móti fiti og vætu. Kanningarnar vísa eitt lágt innihald av hesum evnum í fiski og aldum laksi.
Kanningar av PFC, sum nú verða gjørdar í Føroyum, eru vorðnar møguligar, tí at framkomin tól, sum kunnu eyðmerkja og máta nøgdir av evnum, so sum PFC, vórðu keypt til Granskarasetrið iNOVA tíðliga í ár. PFC er annars ikki bert eitt evni, men fleiri, og ímillum hesi er PFOS helst best kent millum fólk. PFOS verður bert spakuliga brotið niður í náttúruni, og flytist langt, bæði loftvegis og við havstreymum. Á okkara leiðum er PFOS ávíst í eini røð av føroyskum matvørum og vatni, eisini drekkivatni. Kanningar av føroyskum børnum hava víst á eitt møguligt samband millum PFOS og veikari virknað av koppsetan. Tó, kanningarnar benda á, at innihaldið av PFOS er lágt í føroyska umhvørvinum, og tí eisini lágt í flestu matvørum av føroyskum uppruna.
Úrslit av slíkum kanningum kunnu m.a. brúkast til at marknaðarføra føroyskar fiskavørur, men eisini til at granska, hvussu hesi evnini flytast og upphópast í náttúruni, og sjálvandi eisini í djórum og fólki. Á fundinum verður greitt frá kanningunum, sum eru gjørdar, hvussu tær komu í lag, hvussu tær verða gjørdar, hvørji úrslitini eru, hví hetta er týðandi vitan eisini sæð í einum fólkaheilsusjónarmiði, hvørjir aðrir møguleikar eru við hesum tólunum og ikki minst, hvat vinnupartarnir meta um samstarvið higartil og útlit frameftir.
Skráin:
13:00 – 13:25: PFC verkætlanin
Søgan og gongdin hjá verkætlanini – hvussu verkætlanin kom í lag og endamálið við henni.
Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, greiðir frá.
13:25 – 13:50: Um tólið
UPLC-MS/MS og APGC-MS/MS. Lýsing av tólunum. Dømir um annað, sum kann verða kannað.
Svein-Ole Mikalsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, greiðir frá.
13:50 – 14:15: Um úrslitini
Kanningar av PFC í alilaksi, makreli, sild, gulllaksi og svartkjafti.
Heini Viderø Johannesen, evnafrøðingur knýttur at PFC-verkætlanini, greiðir frá.
14:15 – 14:45: Steðgur
14:45 – 15:10: Hvaðani fáa vit so PFC í Føroyum
Keldur til PFC, serliga tey, sum eru at finna í matvørunum hjá okkum.
Bjørg Mikkelsen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, greiðir frá.
15:10 – 15:35: Sambandið millum PFC eksponering og fólkaheilsu – við støði í gransking av PFC árinum
Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, og Jónrit Halling, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, greiða frá.
15:35 – 16:00: Vinnuperspektiv í PFC verkætlanini
Hvat hevur vinnan fingið burturúr, og hvørji eru perspektivini, sum vinnan sær fyri víðari arbeiði á granskarasetrinum.
Durita Nielsen, Hiddenfjord, greiðir frá
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 234370, MariaD@us.fo