Kanningar av seyði
Seyðasýnir verða í næstum send til kanningar fyri dálkandi evnir.
Í sambandi við flettingina, sum var í heyst, fekk Umhvørvisstovan sýnir av seyði, sum hevur gingið á ávísum gomlum tyrvingarplássum í Føroyum. Sýnini verða í næstum kannaði fyri dioksin, PCB og metal. Kanningarnar verða gjørdar í ávikavist Svøríki og í Føroyum.
Kanningin í ár er ein uppfylgjandi kanning av tveimum kanningum, sum vórðu gjørdar ávikavist í 2008 og 2009 av moldini, ið liggur omaná tyrvingarplássunum og av seyði, sum hevur gingið á hesum tyrvingarplássum. Kanningin í 2008 vísti, at innihaldið av dálkingarevnunum dioksin og PCB í moldini á tyrvingarplássunum var høgt í støðum, meðan kanningin frá 2009 vísti, at dálkingin ikki sást aftur í seyðinum.
Kanningarnar frá 2009 vístu tó, at innihaldið av blýggi í óm, sum høvdu gingið á ella við gamla tyrvingarplássið tætt við Vatnsoyrar, var ov høgt, og hetta er millum annað orsøkin til, at Umhvørvisstovan aftur í ár ger kanningar av seyði, fyri at staðfesta um seyðurin, ið gongur við tyrvingarplássini kann verða dálkaður.
Frágreiðingin frá kanningunum í 2008 og 2009 sæst her
Umhvørvisstovan gjørdi fyrr í ár eitt tilmæli til kommunurnar, sum vísir á hvat kann gerast fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá gomlum tyrvingarplássum.
Tilmæli kann lesast við at trýsta her.
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Sannu í Túni Nielsen, tlf. 232472, SannaT@us.fo, ella Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo