Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Í vikuni hevur AMAP, arbeiðsbólkurin hjá Arktiska Ráðnum, havt fund í Føroyum

AMAP er ein av seks arbeiðsbólkum hjá Arktiska Ráðnum, har øll londini kring norðpólin luttaka. Í Arktiska Ráðnum eru eisini umboð fyri upprunafólk, sum búgva í økjunum. Harafturat kunnu áhugabólkar luttaka á fundunum.

AMAP stendur fyri Arctic Monitoring and Assessment Programme, og arbeiðsbólkurin skipar fyri, at vísindaligar, einsháttaðar og samanberiligar lýsingar av umhvørvisstøðuni á okkara leiðum og norðanfyri verða gjørdar. AMAP kanningarsamstarvið fevnir um dálkandi evni, sum flytast yvir landamørk, og millum hesi tey, sum hópast upp í føðiketuni og kunnu elva til árin í fólki, men eisini í hvali, sjófugli og fiski. Seinastu árini er dálking, sum elvir til veðurlagsbroytingar vorðin alt størri partur av AMAP arbeiðinum.

AMAP kunnar um úrslitini av mátingunum og metingunum í støðislýsingunum við prentaðum frágreiðingum til almenningin, til politikarar og embætisfólk, umframt til lesandi og til onnur vísindafólk. Seinastu árini eru eisini filmar gjørdir, ætlaðir millum annað til frálæru um útbreiðsluna av umhvørviseitrandi evnum. 
 
Føroyar hava luttikið í AMAP síðan 1996. Umframt Umhvørvisstovuna, fremur Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, Havstovan og Fróðskaparsetur Føroya vísindakanningar í AMAP-høpi. 
 
Hesin AMAP fundurin er nummar 27 í røðini, og hesaferð luttaka umboð úr Íslandi, Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi, Hollandi, Italia, Russlandi, USA, Kanada, India, Suðurkorea og Japan. Eisini luttaka umboð úr felagsskapunum, Arctic Council Indigenous Peoples’ Secretariat, AMAP Secretariat, APECS, ICC, EEA, WWF Global Arctic Programme.
 
Føroyskir vertir fyri fundin vóru Umhvørvisstovan, Innlendismálaráðið og Uttanríkistænastan.
 

Meiri kunning um AMAP er at finna her

 

 

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo