Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hvussu ferðast kópur undir Føroyum?

Nú ber til at fylgja við, hvussu kópur undir Føroyum ferðast. Føroya Náttúrugripasavn hevur seinastu dagarnar merkt fýra kópar við sendarum, ið eina ferð um dagin siga frá, áleið hvar hvør kópur er staddur. Kóparnir eru merktir undir Nólsoy og Svínoy, og sendararnir eru festir á høvdið á kópunum við lími.

Orsøkin til at Náttúrugripasavnið er farið undir hesa kanning, er tann, at okkum tørvar meiri vitan um kópin í Føroyum. Henda kanning fer at vísa, hvussu støðufastur kópur er, um hann bert er undir landi og hvussu langa tíð hann er á ymsum økjum. Fyrsta vikan hevur víst, at kópur ferðast millum oyggjarnar. Fyrsti kópurin var merktur undir Nólsoynni, og hann var longu dagin eftir farin undir Svínoynna og Viðoynna, og nakrar dagar seinni var hann undir Stóra Dímun.

Í døgunum 4.-10. juni eydnaðist at festa sendarar á 4 kópar. Kóparnir vóru merktir soleiðis:

4. juni: nr. 74979 eystan fyri nólsoy, hannur, 155 cm langur

9. juni: nr. 74980 eystan fyri Nólsoy, hon, 150 cm long

10. juni: nr 74978 í Svínoy, hannur, 135 cm langur 10. juni: nr. 47981 í Svínoy, hon, 120 cm long

Les meira á www.ngs.fo