Høvuðsritgerð um heilakyknur hjá grindahvali
Mikudagin áðrenn Kristi himmalsferðardag vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði, og er hon samstundis tann fyrsta sum hevur fingið eina MSc í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Heidi hevur kannað grindaheilar. Hon hevur greinað talið av heilakyknum við kanningarhátti sum nevnist stereologi, og hetta er fyrstu ferð, at heilin hjá grindahvali er lýstur í vísindaligum høpi.
Kanningarnar eru gjørdar í samstarvi við heilagranskararnar, Bente Pakkenberg og Nina Eriksen á Bispebjerg Hospitali. Kannaðu grindaheilarnir vórðu fingnir til vega í grindini í Gøtu 28. mai 2011.
Høvuðsvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya var Svein-Ole Mikalsen, og Heidi hevur húsast á Umhvørvisstovuni meðan hon skrivaði høvuðsuppgávuna, har Maria Dam hevur verið vegleiðari.
Nils Øien, hvalagranskari á Havforskningsinstituttet í Bergen, var próvdómari.
Heitið á MSc ritgerðini er “The cerebral cortex of the long-finned pilot whale”, og í løtuni verður skrivað grein til altjóða tíðarrit, so at aðrir granskarar kunnu kunna seg um tey sera áhugaverdu úrslitini, sum Heidi fann fram til.
Heidi starvast deildini Vernd á Umhvørvisstovuni, og vit ynskja henni tillukku við loknu útbúgvingini.
Í samband við próvhoyringina, skipaði Náttúruvísindadeildin fyri gestafyrilestrum, har Bente Pakkenberg og Nils Øien greiddu frá parti av sínum granskingararbeiðið, og vóru hetta tveir sera áhugaverdir fyrilestrar. Les meira her
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo