Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Helena varðar av stovninum

Tann 14. febr. 2008 vitjaði Helena Dam á Neystabø, løgmálaráharri, Umhvørvisstovuna. Umhvørvisstovan er málsøki hennara. Fyrst vísti Jákup Pauli Joensen, stjóri landsstýriskvinnuni runt á stovninum. Aftaná varð fundur hildin, har stjórin kunnaði um nýggja stovnin.

– Eg hugsaði, at Umhvørvisstovan er ein av teimum stovnum, ið fer at hava stóran týdning, um vit megna at gerast javnsbjóðis leikari í alheiminum, uttan at missa okkum sjálv burtur.

Vit hava eina stóra áyrgd at bera landið við øllum sínum ríkidømi víðari til komandi ættarlið, og vit hava samstundis eina stóra uppgávu at lúka tey altjóða krøv, ið verða sett okkum. Og ikki minst skulu vit sum skjótast í gongd við framkomna gransking.

Um tað eydnast at sjóða teir gomlu stovnarnar saman í ein nýggjan sterkan umhvørvisstovn, ið arbeiðir fyri at bøta um umhvørvisverndina, ið samskipar lendisplanlegging fyri allar Føroyar, ið ger kort og framkomnar og týdningarmiklar skráir, og sum skipar fyri gransking og neyðugari skráseting, so hava vit veruliga gjørt hol í sjógv.

Tá ið eg var og vitjaði stovnin, kendi eg á mær, at her var tann neyðugi eldhugin eins og viljin at fokusera á tað, sum bindur saman, heldur enn á tað, sum skilur sundur.

Eg skal gera mítt til at henda stovnssamanlegging verður væleydnað fyri bæði starvsfólk og fyri Føroyar, hugsaði Helena Dam á Neystabø í somu løtu, hon var og vitjaði stovnin.

Vit hava fingið at vita, at okkara stovnur er eitt av hennara hjartamálum.

Landsstýriskvinnan fær handað ein føroyskan barald frá stjóranum á Umhvørvisstovuni

Landsstýriskvinnan nýtti høvi at síggja kortleggingarútgerðina hjá stovninum