Heilivágsleivdir í umhvørvinum
Samstarv um at kanna útlát og útbreiðslu í umhvørvinum av heilivágsleivdum og kemikalium, sum eru í vørum til persónliga røkt.
Í seinastu viku varð fundur hildin í Føroyum í verkætlanarbólki, sum hevur til endamáls at kanna útlátið og útbreiðsluna í umhvørvinum av heilivágsleivdum og kemikalium, sum eru í vørum til persónliga røkt. Kanningar av hesum verða framdar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Nýtslan av heilivági og vørum til persónliga røkt er stór og vaksandi í okkara parti av heiminum. Við verkætlanini er ætlanin at kanna, hvussu støðan er viðvíkjandi dálking við hesum evnum í luttakandi londunum, og um nøgdirnar av evnunum, ella leivdunum av teimum, eru so mikið stórar, at neyðugt er við tiltøkum til at reinsa ella avmarka útlátið fyri at verja umhvørvið.
Í 2010 hava sýnir verið tikin av spillivatni og evju frá reinsiverkum, umframt av sjógvi og botntilfari frá støðum, har frárensl frá húsarhaldum og sjúkrahúsum renna út. Sýnini eru send til kanningarstovur og verða kannað í næstum.
Verkætlanarbólkurin er mannaður av fólki, sum starvast innan apoteksverk og umhvørvisstovnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og verkætlanarleiðslan er í Føroyum.
Verkætlanin verður fíggjað av arbeiðsbólkinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og luttakandi stovnum úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum í felag.