Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Granskingarsamstarv í útnorði

Sáttmáli er gjørdur við danska Miljøstyrelsen um at Umhvørvisstovan skal standa fyri kanningum av umhvørvisdálkandi evnum

Kanningarnar fevna um føroyska umhvørvi innan altjóða Arctic Monitoring and Assessment Programme, eisini nevnt AMAP samstarvið

Granskingarsáttmálin er galdandi fyri 2009 og 2010, og hevur eitt virði á 2 mill. kr.

AMAP kom í lag fyrst í nýtiárunum, sum eitt umhvørvissamstarv millum Kanada, Danmark/Grønland, Føroyar, Finnland, Ísland, Norra, Svøríki, Russland og USA, sí eisini www.amap.no.

AMAP er skipað sum eitt samstarv undir Arktiska Ráðnum, og hevur sum høvuðsendamál at ráðgeva landastjórninar í umhvørvismálum. Føroyar hava luttikið síðani 1997 í tí partinum, sum snýr seg um at kanna umhvørviseitur í marina-, terrestra- og feskvatnsumhvørvinum.  Av fyrstantíð fór hetta arbeiði fram á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men tá ið Umhvøvisstovan varð sett á stovn, flutti arbeiðið út á granskingardeildina har.

AMAP kanningarnar eru ein týðandi partur av tí vitanarstøði, sum vit hava í dag um serliga langtransporterað dálkingarevni, sum kyksilvur og PCB í føroyska umhvørvinum. AMAP kanningarnar hava ført við sær umfatandi innsavning. Nógv ymisk sýnir eru kannaði, t.d. av fiski, fugli, fuglaeggum, hvali og kópi eins og haru, seyði, sedimentum og øðrum. Kanningarnar eru fokuseraðar uppá eina kjarnu av útvaldum sýnissløgum, sum verða mett serliga væl hóskandi til endamálini;

– at lýsa dálkingarstøðið í Føroyum í mun til onnur lond í norðaru helvt av norðara heimshálvu,

– at lýsa, hvussu dálkingarstøðan broytist yvir tíð, millum annað fyri at vita um tær reguleringar, sum verða gjørdar, hava ætlaða virknaðin, og

– at fylgja við í dálkingini av týðandi matvørutilfeingi úr náttúru okkara.

Sýnini verða savnaði árliga ella annað hvørt ár, og kanningarnar fara fram antin á starvsstovu í Føroyum ella uttanlands, og nógv góð hjálparfólk hava heintað egg, fiskað og savnað sýnir til endamálið. Úrslitini verða síðani viðgjørd í einum altjóða forum av granskarum frá øllum luttakaralondunum og harnæst løgd fram í felags frágreiðing fyri alt samstarvsøki.

Uttan hesa hjálp, og fíggjarliga stuðulin, ið Danmark veitir, hevði neyvan verið gjørligt at fingið ta vitan sum er til taks í dag, t.d. um gongdina í kyksilvuri í toski úr okkara landgrunnum, og um PCB í grindahvali.

AMAP verkætlanirnar eru savnaðar á heimasíðuni undir heitinum ENVOFAR.

Vilt tú vita meira um granskingarsáttmálan, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 232470