Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting og umhvørvisgóðkenning til útbygging av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði, Syðrugøta

Eysturkommuna og 24.04.2023 P/F, sum er eitt dótturfelag hjá P/F Varðanum, hava í felag tilevnað eitt uppskot um at útbyggja nýtt havnarlag við Tjørnunes norðanfyri bygdina Undir Gøtueiði. Ætlanin hjá 24.04.2023 P/F og Eysturkommunu snýr seg um at byggja tilsamans 30.000 m2 stóra atløgubryggju norðanfyri bygdina Undir Gøtueiði. Bygt verður soleiðis, at býtið millum matrikul 334b og 334c í Syðrugøtu er 15.000 m2 av havnarøki á hvørjum matrikli.

Mynd 1. Staðseting av nýggjum havnarøki norðanfyri bygdina Undir Gøtueiði

Góðkenning av umhvørvisárinsmetingini

Í umhvørvisárinsmetingini eru verkætlanin og virksemið lýst, og mett er um ta ávirkan á náttúru og umhvørvi, sum kann væntast av ætlanini, bæði í sambandi við bygging og rakstur.

Eysturkommuna og 24.04.2023 P/F hava í felag gjørt eina umhvørvisárinsmeting av ætlaðu útbyggingini. Í umhvørvisárinsmetingini eru kanningar gjørdar av havøkinum við Tjørnunes, har nýggja havnarlagið Undir Gøtueiði eftir ætlan verður staðsett. Samanumtikið vísir kanningin, at tað ikki eru búlendir, sum verða mett sjáldsom fyri Føroyar ella nærumhvørvið í økinum, har havnarlagið verður lagt. Tó verður víst á, at økið kring Kvørnina beint sunnanvert Tjørnunes er mett at vera vert at varðveita vegna vakurleika, rekreativt virði, og tí at onki samsvarandi øki er í nærumhvørvinum. Tí eru eisini kanningar gjørdar av øktu ferðsluni fram við Kvørnini. Mett verður, at um mest loyvda ferð verður sett til 4 míl fyri skip, sum sigla til og frá havnarlagnum, verður ávirkanin ógvuliga avmarkað og munandi minni enn aldur, sum náttúrliga stava frá vindi og veðri annars.

Mett verður ikki, at havnarútbyggingin á aðrar mátar verður til ampa fyri djóralív ella fornminni í nærumhvørvinum.

24.04.2023 P/F og Eysturkommuna hava serstakar góðkenningar knýttar at hvør sínum matr. nr.

Umhvørvisárinsmetingin sæst her

Góðkenningarskrivið til Eysturkommunu sæst her

Góðkenningarskrivið til 24.04.2023 P/F sæst her

Fylgiskjølini síggjast her

Kunngerð um góðkenning av umhvørvisárinsmeting hjá 24.04.2023 P/F um útbygging av havnarlagi Undir Gøtueiði sæst her

Kunngerð um góðkenning av umhvørvisárinsmeting hjá Eysturkommunu um útbygging av havnarlagi Undir Gøtueiði sæst her

Umhvørvisgóðkenning

Eysturkommuna og 24.04.2023 P/F hava upplýst, at grótið til verkætlanina kemur úr frystitunlum Undir Gøtueiði, sum 24.04.2023 P/F hevur ætlanir um at gera. Ætlanin er at spreingja tunlarnar, og grótið fer væntandi at innihalda Nonel-spreingileivdir, t.e. plasttræðrir, sum losna frá grótinum, tá grót verður vippað á sjógv.

Plast í havinum er ein týðandi og vaksandi umhvørvisligur trupulleiki um allan heim. Tað er tí umráðandi at avmarka nøgdina av plasti, sum fer á sjógv, mest møguligt. Umhvørvisstovan setir tí krav um, at plast verður hildið aftur, meðan arbeiðið fer fram. Somuleiðis verða treytir settar um, at ein meting verður gjørd av útlátinum av plasti frá verkætlanini, og hvussu ein forðing á bestan hátt kann fyribyrgja, at plast rekur frá útfyllingini. Eisini verður treyt sett um, at forðingin skal røkjast, og at leivdir av spreingileidningum regluliga verða tiknar upp úr forðingini og kring fjørðin.

Arbeiðið at flyta grót til útfyllingina við lastbilum og gravimaskinum kann hava nakað av óljóði við sær. Treytir verða tí settar til óljóð og ristingar.

Nakað av burturkasti stendst av virkseminum, og krøv verða sett um, at verkætlanin hevur skipan til burturkast.

24.04.2023 P/F og Eysturkommuna hava serstakar umhvørvisgóðkenningar knýttar at hvør sínum matr. nr.

Umhvørvisgóðkenningarnar eru grundaðar á upplýsingar frá Eysturkommunu og 24.04.2023 P/F um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt.

Umhvørvisgóðkenningin hjá Eysturkommunu sæst her

Umhvørvisgóðkenningin hjá 24.04.3023 P/F sæst her

Kunngerð um umhvørvisgóðkenning hjá 24.04.2023 P/F til útbygging av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði sæst her

Kunngerð um umhvørvisgóðkenning hjá Eysturkommunu til útbygging av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði sæst her

Kæra

Avgerðirnar kunnu kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 30. august 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us@us.fo

Kærurætt hava tey, sum avgerðirnar hava ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.