Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fýrbeintir gestir við Umhvørvisstovuna

Síðan fríggjamorgunin hevur Umhvørvisstovan havt vitjan av tveimum føroyskum rossum, sum vórðu sett á grasvøllin uttanfyri bygningin.

Hóast tað er sera hugnaligt at hava kríatúr standandi nærhendis, har fólk hava sítt dagliga yrki, er ongin ivi um, at hetta ikki var nøkur varðandi loysn. Tí hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við Búnaðarstovuna, sum er tann landsstovnurin, ið varðar av føroyskum húsdórum.

Búnaðarstovan hevur í apríl 2011 gjørt eina ætlan fyri føroysk húsdjór, herundir varðveitslu av føroysku rossunum. Hóast ætlanin frá 2011 enn ikki er sett í verk, hevur Búnaðarstovan kortini eina tilbúgvingarætlan, ið kann setast í verk nær tað skal verða. Nú líkt er til, at ein bráfeingis tørvur er á at finna lendi til føroysk ross, hevur Búnaðarstovan vissa Umhvørvisstovuna um, at tey eru klár til at seta tilbúgvingarætlanina í verk.

Umhvørvisstovan hevur kunnað eigaran av føroysku rossunum, sum hava staðið við skrivstovubygningin um hetta, og eigarin hevur nú flutt rossini av økinum. 
 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.