Fundur um gomul tyrvingarpláss og seyð
Kunnandi fundur um dálking á gomlum tyrvingarplássum og í seyði, ið er sloppin framat tyrvingarplássunum, verður á Umhvørvisstovuni tann 29. juni 2011, kl. 19.
Í apríl mánaði í ár var ein frágreiðing løgd út á heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, sum m.a. lýsir dálkingarstøðuna á ávísum gomlum tyrvingarplássum í Føroyum. Umframt hetta varð eisini kannað, hvussu dálkaður seyður er, sum sleppur framat hesum støðum. Síðani kom eitt tilmæli til kommunur um fyribyrging av tílíkari dálking. Í hesum sambandi verður hildin ein kunnandi fundur.
Á fundinum verður ein samandráttur av úrslitunum úr frágreiðingini "Dálking á gomlum tyrvingarplássum og í seyði, sum er sloppin framat" lagdur fram. Eisini verður greitt frá tilmælinum til kommunurnar um, hvussu dálking kann fyribyrgjast og avmarkast frá tyrvingarplássunum.
Fólk frá matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni luttaka á fundinum.
Høvi verður eisini, at seta spurningar.
Fundurin er ætlaður kommunum, har tyrvingarpláss liggja, fólki, sum hevur seyð, sum gongur uppat gomlum tyrvingarplássum, og øðrum áhugaðum.
Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Sannu í Túni Nielsen, tlf. 232472, SannaT@us.fo, ella Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo