Fundast um umhvørviskanningar
Í komandi viku fer norðurlendski stýrisbólkurin “Nordic Screening”, sum fremur kanningar av nýggjum umhvørviseitrandi evnum í umhvørvinum, at hava fund í Føroyum.
Á fundinum, sum verður hildin í Mykinesi, verða ætlanir fyri sýnistøku til kanningar av ikke-PBDE bromeraðum flammutálmandi evnum gjørdar, eins og umrøtt verður hvørji evnir eiga at verða við í eini møguligari komandi kanning í 2010.
Seinast stýrisbólkurin kom saman, var tá íð hann skipaði fyri ráðstevnu í Oslo í 2008, har granskarar í Norðurlondum kunnaðu seg og hvønn annan um heilivágsleivdir í umhvørvinum. Áhugin fyri hesum hevur støðið í, at granskarar seinastu árini eru komnir fram á heilivágsleivdir í eitt nú vøtnum og áum, í grundvatni – og enntá í drekkivatni.
Hetta er kanska ikki óvæntað, eftirsum at nýtslan av heilivági hevur vundið nógv uppá seg, og tá nógv fólk búgva á einum stað, verður neyðturviliga eisini stórt útlát av bæði einum og øðrum við kloakkini. At so reinsiverkini ikki eru gjørd til at beina burtur slík evni, ger støðuna áhugaverda at kanna nærri, tí í nógvum førum merkir hetta, at heilivágsleivdirnar fara órørdar ígjøgnum reinsiviðgerðina og út í umhvørvið.
Hjá okkum verður reinsað spillivatn í flestu førum leitt út á streymasjógv – tað eigur tað í hvussu so er, – meðan vit fáa drekkivatn úr vøtnum og áum, og har eigur heilivágur frá fólki ikki at koma í. Verri er í øðrum londum, har drekkivatn verður tikið úr somu vøtnum sum reinsað spillivatn verður latið útí! Tá ið so reinsiverkini hvørki á útláts- ella á inntaks-síðuni eru gjørd til at uppfanga heilivágsleivdir, er greitt at heilivágur skjótt kann fara óynsktar leiðir.
Framløgur frá ráðstevnuni síggjast her.
Hvussu er við útbreiðsluni av heilivági í umhvørvinum her hjá okkum er ikki kannað, men fyrstu stigini til at gera eina kanningarætlan eru tikin.
Vilt tú vita meira um arbeiðið, sum norðurlendski arbeiðsbólkurin “Nordic Screening” fremur, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá bólkinum, á http://www.nordicscreening.org/.