Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Frásøgn og ætlan lagdar fram

Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári virksemislýsing av árinum, ið fór og árinum sum stendur fyri framman

Árið 2009 varð annað heila virksemisárið hjá Umhvørvisstovuni eftir at stovnurin varð skipaður í juni 2007, tá seks ymiskir stovnar og virkisøki innan náttúru-, umhvørvis- og lendisviðurskifti vóru savnað undir felags stjóra.

Sum ein liður í eftirmetingarpolitikki stovnsins verður á hvørjum ári gjørd ein virksemislýsing, nevnd Ársfrásøgn.  Endamálið er at vit altíð skulu kunna fara inn í frásøgnina og heinta eina lýsing av hvat fer fram á stovninum og støðugt kunna fylgja gongdini í lýsingum, talvum og hagtølum.  Árið 2009 var sera nógv merkt av skerjingunum á fíggjarlógini, men avrikini vóru eisini nógv. Ársfrásøgn 2009 vísur millum annað fremstu avrik í 2009. Úr rúgvuni  kunnu nevnast:

• Betring av fixpunktsnetinum
• Fotoflúgvingin eydnaðist væl – nýtt tilfar til gerð av myndakortum
• Veðurlagkunning, m.a. faldari við ráðum, tiltak í Norðurlandahúsinum og tema á us.fo
• Byrja scanning á tinglýsingini
• Átak og kunning saman við Tórshavnar kommunu um Boðanes – Hoydalar ætlanina
• Adressuskráin liðug – verður nú tengd at landsfólkayvirlitinum
• Kunningartúr í kommunum hjá deildunum Vernd og Lendi
• Fingið umhvørviseftiransingarkanningar í eina fasta legu
Ársfrásøgn 2009 er løgd á us.fo og kann eisini lesast her

Ársætlanin 2010 er ment við tí fyri eyga at seta greið mál fyri virksemið á stovninum og soleiðis røkka settum málum. Ætlanin hjá Umhvørvisstovuni fyri 2010 er í stóran mun at gera starvsfólka- og arbeiðsskipanir, sum fáa samskiftið innanhýsis og mótvegis viðskiftafólki at virka gott og greitt. Nógvar nýggjar skipanir eru fingnar til vega og dentur verður í árinum lagdur á, at læra hesar skipanir betur at kenna og fáa hesar at vísa sínar møguleikar. Eisini er ætlanin at halda fram við at menna nýggj økir, sum t.d. samskipan ímillum skráir,  GIS uppbygging og nýggja teldutøku skipan til landsfólkayvirlit.

Ársætlanin 2010 er løgd á us.fo og kann eisini lesast her

Málbólkurin fyri bæði frásøgn og ætlan eru starvsfólk á stovninum, avvarandi aðalráð og so løgting og almenningur yvirhøvur.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhann Lützen, viðskiftasamskipara á Umhvørvisstovuni, telefon 342409, ella við t-post johannl@us.fo