Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Framløgur frá almenna fundinum um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum

Fríggjadagin 19. juni 2015 skipaðu Føroya Fróðskaparfelag saman við Umhvørvisstovuni fyri almennum fundi um hóttanir móti vistskipanunum á føroysku firðunum. 

Framløgur frá fundinum eru atkomuligar sum pdf niðanfyri (trýst á heitið á tí framløguni tú vilt síggja)
 
1. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni: Svartur botnur og deyður hummari
 
2. Renée Katrin Bechmann, granskari á IRIS í Noregi: Er tað rætt, at heilivágur móti laksalús oyðir rækjur og onnur smádjór?
 
3. Kjartan Mohr, landsapotekari: Heilivágur í alivinnuni
 
4. Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling: Útlát av tøðevnum frá alivirksemi
 
5. Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni: Eru lúsabasingarevni ein hóttan móti djóralívinum?
 
6. Ragnar Joensen, Marine Harvest: Soleiðis verður alivinnan skipað í framtíðini
  

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 234370, MariaD@us.fo