Frágreiðingin, AMAP Heavy Metals and POPs core programme 2009-2012, er komin út
Arctic Monitoring and Assesment Programme, stytt AMAP, er altjóða umhvørviseftiransan í norðara parti av heiminum, har Føroyar hoyra til syðra markið á arktiska økinum.
AMAP Heavy Metals and POPs core programme 2009-2012 lýsir føroysku umstøðurnar og broytingarnar, sum eru staðfestar við royndum, gjørdar í føroysku náttúruni.
Kanningarnar, sum eru gjørdar í sambandi við hesa frágreiðing, snúgva seg serliga um tungmetal og POPs, sum eru lívrunnin eiturevni ið verða seint brotin niður. Hesi evni eru serliga kannaði í djórum, sum eru ein partur av føroyska kostinum; grind, toskur, bleikja, teisti, seyður, og inntil 2010 eisini hara.
Við í frágreiðingini eru eisini tíðarseriur, sum vísa, hvussu mongdin av dálkandi evnum er broytt í føroysku náttúruni gjøgnum tíðina. Føroyar hava verið ein partur av AMAP síðani 1997. Av tí, at AMAP er ein altjóða kanning, verða hesi úrslit eisini nýtt til at samanbera dálkingarstøðuna við aðrastaðni í heiminum, serliga í somu ella líknandi djórum.
Í hesi føroysku frágreiðingini er mestur dentur lagdur á lýsing av dátum og tíðarserium, og ikki á niðurstøður um, hvussu broytingar í dálkingarevnum fara at verða í framtíðini. Men nógv úrslit benda á, at innihaldi av flestu umhvørviseitrandi evni minka spakuliga ella eru støðug í føroyskum djórum, undantikið bleikju.
Talvan niðanfyri vísir eitt yvirlit yvir, hvat er kannað í hvørjum djóri, og hvørji ár tað er kannað: