Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Frágreiðing um oljudálkingar

Úrslit frá kanningum av oljudálkingum í Føroyum eru nú savnað í nýggjari umfatandi frágreiðing.

Frágreiðingin “Oljudálking á føroyskum firðum” lýsir fyrst og fremst úrslit frá kanningum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan hava gjørt í sambandi við fýra størri oljudálkingar, sum hava verið seinastu árini. Harumframt eru úrslit frá kanningum, sum eru gjørdar áður, savnað í einum afturliti. Eisini eru nakrir tilburðir lýstir, har royndir eru tiknar í sambandi við oljudálkingar fyri at staðfesta, hvør dálkarin er. Frágreiðingin gevur sostatt eitt samlað yvirlit yvir tær kanningarnar, sum eru gjørdar av oljudálking í føroyska  havumhvørvinum.

Tær fýra oljudálkingarnar, sum eru viðgjørdar, eru í sambandi við oljulekar úr tangunum hjá SEV í Vági og í Kaldbaksfirði , og frá tveimum russiskum trolarum, “Olshana”, sum sakk við Flesjarnar, og  “Kapitan Gorbachev”, sum lak olju í Nólsoyarfirði. Í sambandi við hesar tilburðir hava kanningar verið gjørdar fyri at staðfesta árin á umhvørvið og dálking av matvørum við at kanna sýnir av botntilfari, sjógvi, kræklingi, hummara, fiski og alifiski.

Frágreiðingin er skrivað í samstarvi millum Umhvørvisstovuna og Heilsufrøðiligu starvsstovuna og er partvís ætlað sum eitt arbeiðsamboð hjá hesum báðum stovnum í sambandi við, hvussu farast skal fram, tá oljudálkingar henda framyvir.  Tó vóna vit, at hon eisini hevur áhuga hjá øðrum, sum hava áhuga í ella arbeiða við dálking og dálkingarfyribyrging, eins og við fiskaaling, fiskatilvirking og við tilbúgving í sambandi við oljudálking.

Frágreiðingin er at finna her

Aðrar frágreiðingar, sum hava eina nærri lýsing av kanningunum aftanfyri summi av úrslitum, eru at finna undir stovnurin/útgávur, harímillum Oljudálking á Vágsfirði. Árinskanning 2007-2008 og Kanning av oljudálking við flesjarnar – august 2007.

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, og spyrja eftir Katrin Hoydal, Mariu Dam ella Mariu Gunnleivsdóttir Hansen