Flammutálmar í føroyskum mati
Nýggj frágreiðing um flammutálmandi evni (PBDE) í føroyskum matvørum

Kanningar eru gjørdar av flammutálmandi evni (PBDE) í mjólk, smøri, seyði, fiski, havhesti og í grindahvalalivur, og við støði í kostkanningum og øðrum upplýsingum er roknað, hvussu nógv PBDE føroyingar í miðal fáa í seg við kostinum. PBDE verður millum annað nýtt sum flammutálmi í eltólum, og er seint niðurbrótiligt í náttúruni eins og t.d. PCB.
Kanningin vísir, at innihaldið av PBDE er lægst í mjólk og toski, og veksur síðani líðandi frá høsnareggum og kalva, til seyðatálg og smør, meðan innihaldið er hægst í nátafeitti og grindahvalalivur. Innihaldið av PBDE, bæði í føroyskum fiski og vørum, sum eru framleiddar í Føroyum, er sum heild lægri enn tað, sum hevur verið mátað í líknandi matvørum í t.d. Svøríki, Noregi og USA. Kanningar av spiki av grindahvali, sum eru gjørdar áður, vísa tó, at innihaldið av PBDE er munandi hægri í havalaspiki enn í tí føroyska matinum, sum eru við í hesi kanningini.
Víst verður í kanningini, at umleið 90% av nøgdini av PBDE, sum føroyingar fáa við kostinum, kemur frá grindahvali. Hetta er í tráð við útrokningar frá USA, Svøríki og Noregi, sum vísa, at vaksin fólk í hesum londum í miðal bert fáa o.u. ein fimting av tí PBDE, sum ein barnakona í Føroyum fær í seg. Hetta hóast okkara eginframleiddi matur sum heild inniheldur kanska bara helvtina av tí PBDE nøgdini, sum maturin í hinum londunum!
Les alla frágreiðingina her
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 232470