Flammutálmandi evni í umhvørvinum
Sonevnd nýggj bromeraði flammutálmandi evni eru at finna í føroyska umhvørvinum, eins og í Norðurlondum yvirhøvur.
Hetta er úrslitið av eini kanning, sum nýliga er gjørd, og sum er lýst í frágreiðingini “Brominated Flame Retardants (BFR) in the Nordic Environment”. Kanningin fevnir serliga um bromeraði evni, sum kunnu nýtast sum flammutálmarar.
Flammutálmarar:
Flammutálmandi evni verða nýtt í plasti og klædnatilfari fyri at forða fyri, at eldur fær fest í tilfarið, og tí eru hesi evni í ávísum førum neyðug. Les meira um bromeraðar flammutálmarar her.
Kanningar hava víst, at flammutálmandi evni eru víða spjadd í umhvørvinum. Til dømis eru tey funnin í djórum, sum einki beinleiðis samband hava við vørur, sum eru viðgjørdar við flammutálmarum. Eitt nú hava týðandi nøgdir av flammutálmandi evni (PBDE) fyrr verið ávíst í grindahvali (um 800 ng/g í spiki).
Kanningin:
Í hesi nýggju kanningini er farið eitt stig víðari, og ljós er varpað á nøkur nýggj flammutálmandi evni, sum eru tikin í nýtslu eftir, at nýtslan av PBDE-flammutálmarum er minkað, umframt onnur flammutálmandi evni, sum hava verið nýtt í nøkur ár, men hvørs útbreiðsla í umhvørvinum lítil ella eingin vitan er um.
Harumframt eru nøkur evni við í kanningini, har ikki er staðfest, um tey eru mannagjørd. Hesi evni kunnu sostatt bæði stava frá náttúruni og/ella frá ídnaðinum. Til samanbering blivu eisini ídnaðarframleidd PBDE kannað.
Frágreiðingin er at finna her
Norðurlendski stýribólkurin Joint Nordic Screening (www.nordicscreening.org), sum síðani 2001 hevur samstarvað um at kanna nýggj dálkandi evni í umhvørvinum, hevur staðið fyri arbeiðinum. Sí eisini faldaran um stýrisbólkin her.
Úrslit av kanningini:
Kanningin av nýggju bromeraðu flammutálmandi evnunum fevndi um sýnir av kræklingi, fiski, eggum, botntilfari og evju. Í nøkrum londum vórðu eisini mosi ella luft kannaði.
Samanumtikið kann staðfestast, at kanningin ikki avdúkaði nøgdir av hesum flammutálmandi evnum, sum kundu væntast at hava neilig árin á umhvørvið, undantikið av evnunum TBECH og PBDE í sýnum tikin nærhendis eini ídnaðarligari dálkingarkeldu í Norra. Eginleikarnir hjá hesum evnum, sum møguliga eru umhvørviseitrandi, eru lítið kendir, og sostatt ber ikki til at vísa aftur, at nøkur av hesum evnunum kunnu hava skaðilig árin á umhvørvi.
Les meira um úrslitini úr Føroyum her