Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ferðingin hjá kópi fyrstu 100 dagarnar

Nú eru 100 dagar farnir, síðan Føroya Náttúrugripasavn merkti fyrsta kópin við sendara. Endamálið við hesi merking er at kanna, hvussu kópur ferðast runt oyggjarnar.

Hesir fyrstu hundrað dagarnir hava víst, at teir fýra kóparnir ferðast mest inni við land. Sendararnir tykjast at rigga væl. Onkur dagur er farin burturímillum, at fylgisveinurin ikki hevur fingið samband við onkran sendara, og man orsøkin vera, at kópurin hevur ligið so tætt undir landi, at hetta hevur skuggað fyri góðum sambandi.

Eingin kópur hevur verið longri úr landi enn 15 fjórðingar ella longri tíðarskeið út frá landi enn tveir dagar. Samanumtikið hava kóparnir ferðast nakað runt í økjunum, har teir vóru merktir, og teir hava eisini ferðast til onnur økir. Kóparnir merktir við Svínoy hava báðir verið longri tíðarskeið við Mykines.

Kóparnir frá Nólsoy hava báðir verið fleiri túrar við Stóru Dímun, umframt at tann eini kópurin hevur verið fleiri túrar undir Svínoynni og Fugloynni. Hesir báðir kóparnir hava tó onga ferðina verið vestan fyri ella norðan fyri oyggjarnar.

Til ber at fylgja við ferðingini hjá merktu kópunum á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum www.ngs.fo