Er reinsanin av spillivatni nóg góð?
Í eini nýggjari verkætlan verður kannað um havumhvørvið nærindis ávísar norðurlendskar býir er merkt av dálking frá spillivatni.
Verkætlanin stílar ímóti at lýsa um núverandi reinsanin av spillivatni er nóg góð til at verja havumhvørvið við býirnar. Kanningar, sum Umhvørvisstovan fyrr hevur gjørt m.a. í Norðurlendskum samstarvi, benda nevniliga á, at hetta møguliga ikki er støðan.
Ætlanin er at taka sýni av sjógvi við ymiskari fjarstøðu frá staðnum har spillivatn rennur út í havið, og hetta skal gerast ymiskar árstíðir. Sjógvurin skal kannast fyri útvald dálkandi evni sum umboða dálking sum stavar frá spillivatni. Ætlanin er, at kanna dálkandi evni sum eru vanlig í spillivatni, eru mannagjørd, og sum hartil kunnu hava skaðilig árin á lívið í havinum.
Við í verkætlanini eru fólk sum hava ábyrgd av spillivatnsskipanum í býunum Tromsø í Norðurnorra, Reykjavík í Íslandi, Sisimiut í Grønlandi og so Tórshavn, umframt fólk sum hava serkunnleika innan umhvørvisdálking. Úr Føroyum luttaka Tórshavnar kommuna, og Granskingardeildin á Umhvørvisstovuni, sum eisini hevur verkætlanarleiðsluna.
Nordisk Ministerråds Arktiske Samarbejdsprogram hevur játtað pening til verkætlanina, sum ætlandi kemur at vara fram til 2015.
Vilt tú vita meira um verkætlanina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo