Dálkingarevni í seyði minka
Hóast seyður hevur gingið á gomlum dálkaðum tyrvingarplássum, hevur kjøtið eitt lágt innihald av PCB og dioksini.
Í sambandi við flettingina, sum var á heysti 2011, fekk Umhvørvisstovan kjøt av seyði, sum hevur gingið á og við ávís gomul tyrvingarpláss við Vatnsoyrar, á Krossi og í Trongisvági. Sýnini vórðu send til kanningar fyri dálkingarevnunum dioksin, PCB og blýggj.
Kanningin í 2011 er eitt framhald av tveimum kanningum, sum vórðu gjørdar ávikavist í 2008 og 2009 av mold á tyrvingarplássunum og av seyði, sum hevur gingið á hesum tyrvingarplássum. Kanningin í 2008 vísti, at innihaldið av dioksin og PCB í moldini var høgt í støðum, meðan kanningin frá 2009 vísti, at dálkingin ikki sást aftur í seyðakjøtinum.
Nú kanningarúrslitini fyri 2011 eru tøk, vísa tey eitt lægri innihald av dioksini, og PCB í seyði er enn lægri enn kanningin frá 2009 vísti. Kanningin vísti eisini, at innihaldið í seyði við Vatnsoyrar og Trongisvág er lægri enn á Krossi. Sostatt verður mett, at rímilig trygd er fyri, at seyður, sum gongur á ella við gomlu tyrvingarplássini við Vatnsoyrar, á Krossi ella í Trongisvági, ikki er dálkaður við dioksin ella PCB.
Í talvuni niðanfyri sæst, at innihaldið av dálkingarevnunum í sýnunum frá 2011 liggur væl undir ES markvirðunum. Virðini eru givin sum TEQs/g fita; TEQ er ein stytting fyri toxic equivalent, og er eitt mát fyri innihaldið av dioksin og PCB.
Sýnisslag | Sýnistøkustøð | Tal av lombum /óm í blandi-sýninum | Dioksin pg TEQs /g fiti (maks-virðir) | Dioksin og dioksin-líknandi PCB pg TEQs/pg fiti | PCB Summurin av 7 kongenum ng/g fiti |
Markvirðir ES | 2,5 | 4,0 | 40 | ||
Ær | Á Krossi* | 4 | i.k.** (0,67) | i.k. (0,89) | 1,2 |
Lomb | Á Krossi* | 4 | i.k. (0,53) | i.k. (0,77) | 2,2 |
Ær | Við Vatnsoyrar | 7 | 0,30 | 0,45 | 0,9 |
Lomb | Við Vatnsoyrar | 10 | 0,29 | 0,49 | 1,2 |
Lomb | Í Trongisvági | 5 | 0,31 | 0,48 | 2,1 |
*Úrslit frá 2009 víst í klombrum
**i.k. merkir ikki kannað
Seyðakjøtið frá ávísum tyrvingarplássum hevur eisini verið kannað fyri blýggj, og vísa úrslitini eins lágt ella lægri innihald enn í 2009.
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo