COP15 úrslitið
Copenhagen Accord kallast skjalið, sum varð endaliga úrslitið av samráðingunum á COP15. Talan er um eina yvirlýsing, har londini eru samd um, hvussu farast skal fram komandi árini. Úrslitið av samráðingunum á COP15 endaði tó ikki sum fleiri høvdu væntað og vónað
Keypmannahavnar yvirlýsingini, ið kallast Copenhagen Accord, er ikki tann bindandi avtalan, sum fleiri frammanundan høvdu vónað fór at verða úrslitið av samráðingunum. Vónirnar til eina meiri bindandi og ambitiøsa avtalu, sum øll 192 londini tóku undir við, minkaðu sum frá leið undir COP15 samráðingunum.
Enn er ilt at siga, hvønn týdning Keypmannahavnar yvirlýsingin kemur at hava, men í besta føri kann yvirlýsingin verða grundarlag undir samráðingunum á COP16, sum verða í Mexico í 2010.
Niðanfyri eru nøkur av høvuðspunktunum í Keypmannahavnar yvirlýsingini, Copenhagen Accord.
Málið er at bremsa veðurlagsbroytingunum, soleiðis at alheims hitahækkingin verður minni enn tvey hitastig. Stórar minkingar av útlátinum av veðurlagsgassi skula fremjast, so at tilráðingar frá vísindini verða fylgdar.
Ídnaðarlondini skula veita peningaliga fígging til menningarlondini, ið skal verða grundarlag undir m.a. menning av tøkni og tillagingum til veðurlagsbroytingar. Málið er, at ídnaðarlondini frá 2020 veita 100 milliardir dollarar árliga.
Áðrenn 1. februar 2010, kunnu londini boða UNFCCC frá, hvussu stórar minkingar í útlátinum av veðurlagsgassi tey seta sær fyri. Minkingarnar eiga at umfara mál fyri minkingar av útlátinum av veðurlagsgassi fram til 2020 og langtíðar ætlanir fram til 2050.
Trýst her um tú vil lesa Copenhagen Accord
Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo