COP15: Føroyar í Bella Centrinum
Í dag verður føroyskt tiltak undir heitinum Enhancing North Atlantic and global partnerships in a changing climate.
Tiltakið er fyriskipað av Føroya Landsstýri og er í samstarvi við Indonesia, Norra, Norðurlandaráðið og FAO.
Endamálið við tiltakinum er at vísa á leiklutin hjá heimshøvunum, tá hugsað verður um burðardygga menning, nú heimsins lond endurnýggja umhvørvisásetingarnar í Keypmannahavn.
Oyggjasamfeløg hava serstakar avbjóðingar í mun til umhvørvisbroytingar og Bogi Hansen, professari fer at vísa á Norður Atlantiska leiklutin í mun til globala veðurlagið.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður bjóðar vælkomin og Annika Olsen, landstýriskvinna í umhvørvismálum hevur eina innleiðing og tekur eisini samanum.
Fundurin byrjar kl. 13.45 føroyska tíð og til ber at fylgja við honum her.
Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo