COP15: Avgerandi fasan
Nú COP15 endar fríggjadagin, eru samráðingarnar landanna millum farnar inn í avgerandi fasuna.
Uppgávan er ikki løtt, heili 192 lond skulu semjast um eina felags avtalu um at minka útlátið av veðurlagsgassi. Ein av stóru toganunum er millum ídnaðarlondini og menningarlondini, og hvussu stórar bindingar hesi lond skulu hava um minking av CO2 útláti.
Onki er at ivast í, at tað er útlát av CO2 frá ídnaðarlondunum, sum er beinleiðis orsøkin til, at hitin á jørðini er øktur, og tí hava ídnaðarlondini eina serlig skyldu at minka um sítt útlát. Kyoto protokollin legði tí eisini bara bindingar á ídnaðarlondini. Men nú, 12 ár eftir, at Kyoto protokollin varð orðað, meina fleiri ídnaðarlond, at ikki ber til at gera eina nýggja avtalu, uttan so, at hon eisini bindur menningarlondini.
John Kerry, senatorur í USA, segði á tíðindafundi í gjár, at tað hevur stóran týdning, at menningarlondini ikki endurtaka ídnaðarkollveltingina við í stórum at grunda sín framburð á at brúka olju og kol sum orkukeldur, men heldur satsa sína menning uppá varandi orkukeldur. Víðari helt John Kerry, at tað var meiningsleyst hjá ídnaðarlondunum at gera avtalu um stórar niðurskurðir í CO2 útlátinum alt meðan nýtslan av olju og koli, og harvið CO2 útlátið, í menningarlondunum veksur í stórum.
Ikki eru allar súðir syftar enn. Fyri løtu síðani endaði ein tíðindafundur, har ein bjartskygdur ST aðalskrivari kunngjørdi, at danski formansskapurin hevur biðið tveir arbeiðsbólkar arbeiða víðari við tekstum í tveimum skjølum, eitt í mun til veðurlagssáttmálan og eitt í mun til Kyoto protokollina. Á alfundi í kvøld skal støða takast til tekstin.
Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo